Tað gekk ikki sum ætlað, tá amerikanska loftverjan skuldi royna tað nýggja ómannaða flogfarið "X-51A Waverider" í gjár. Flogfarið, sum er gjørt til at flúgva seks ferðir skjótari enn ljóðið ella meiri enn 6.000 kilometrar um tíman, fór í havið, tá tað hevði verið á flogi í 15 sekund.
Tað sigur Fox News frá keldum í loftverjuni.
Tað ómannaða flogfarið hekk undir búkinum á einum B52-bumbuflogfari, sum slepti tí í luftini úti fyri strondini har suðuri í Kalifornia. Men trupulleikar við navigeringini gjørdu, at flogfarið fór í havið bara 15 sekund seinni.
Tað er ikki greitt, nær amerikanska loftverjan fer at royna eitt "X-51A Waverider" aftur. Í verjumálaráðnum Pentagon og rúmdarumsitingini Nasa vóna tey, at royndirnar við superflogfarinum kunnu brúkast til at menna rakettir, sum flúgva skjótari enn tær, sum vit kenna í dag, sigur Fox News.