Lions Club heiðrar foreldrafelagsskapinum, Náttarravnar, fyri teirra stóra sjálvbodna arbeiði um vikuskiftini, ið gevur bæði foreldrum og teimum ungu tryggleika í býarlívinum Seinnu árini hevur Lions Club Tórshavn heiðrað borgarar í høvuðsstaðnum, sum onkursvegna hava gjørt mun í samfelagnum. Hesaferð eru tað foreldrini aftan fyri Náttarravnarnar í Havn, sum fáa heiðurin »Ársins Borgari 2008«. Umframt eitt heiðursskjal, fáa Náttarravnarnir eisini 3.000 krónur.
Á heiðursskjalinum skrivar Lions Club Tórshavn, at »í fleiri ár hava foreldur í felagsskapi skipað fyri vaktarhaldi í býnum um vikuskiftini. Hetta hevur verið gjørt fyri at skapa trygd og stuðul hjá teimum nógvu ungu, sum eru farin í býin at stuttleika sær.«
Eisini verður staðfest, at »samstundis er hetta ein stórur tryggleiki hjá øllum foreldrum, sum eiga tannáringar. Alt arbeiðið verður gjørt sjálvboðið, tað vil siga uttan at nakar fær samsýning. Tí hava vit í Lions Club Tórshavn gjørt av, at Náttarravnarnir verða heiðraðir fyri arbeiði teirra, sum hevur alstóran týdning fyri trivnaðin hjá teimum ungu.«
Á fundi hjá Lions Club Tórshavn í farnu viku var forkvinnan í Náttarravnunum, Daisy Sloan, til staðar, og har fekk hon handað heiðursskjalið og ein kekk upp á tær 3.000 krónurnar, ið fylgja við heiðrinum.