Nú veksur virðið í Keypmannahavn

Ta fyrstu løtuna í morgun fall virðið á donskum partabrøvum eitt sindur, men nú er vísitalið fyri 20 tær størstu fyritøkurnar hækkað 1,39 prosent, skrivar danska kringvarpið.

-Útlitini vóru døpur í morgun, men nú er handilin komin aftur á beint, sigur Tina Georgi á virðisbrævadeildini hjá Jyske Bank við DR.

Eisini á hinum norðurlendsku marknaðunum veksur viðið á partabrøvunum. Í Stockholm og Oslo er vøksturin 0,3 prosent, og í Helsinki er hann 1,2 prosent.

Virðið á partabrøvum fall rættiliga nógv á marknaðunum í Asia í morgun.