Nú verða nevndirnar á Tvøroyri valdar

Nú nærkast at næsti leikur verður leiktur í talvinum um borgarstjórasessin á Tvøroyri.

 

Kristin Michelsen hevur nú sett útsetta býráðsfundin á skrá 31. januar, t.e. næsta mikudag.

 

Undan jólum heitti nýggi meirilutin í býráðnum á Tvøroyri á Kristin Michelsen um at lata nevndirnar velja av nýggjum, men býráðsformaðurin noktaði at seta hetta á skrá á ársins seinasta fundi.

 

Málið skuldi vera fyri á fyrsta fundi í ár, sum skuldi vera fyrst í mánaðinum, men Kristin Michelsen útsetti hendan fundin.

 

Tað fekk øði í nýggja meirilutan, sum kærdi avgerðina til Innlendismálaráðið. 

 

Um somu tíð sendi Kristin Michelsen eitt skriv til løgmann, har hann boðaði frá, at nú støðan var sum hon var í býráðnum, har Javnaðarflokkurin hevur útihýst borgarstjóran, metti hann seg ikki vera bundnan at atkvøða saman við Javnaðarflokkinum í løgtinginum heldur.

 

Nú hevur borgarstjórin so sett málið á skrá, og boðar frá, at málið um at velja nevndirnar av nýggjum eisini er sett á skrá á fundinum.

 

Samanumtikið, so sær út til, at nevndirnar verða valdar av nýggjum á næsta fundi, men stríðið á Tvøroyri er neyvan av í bræði.