Føroya Arbeiðsgevarafelag og Flogskiparafelag Føroya undirskrivaðu, leygarnáttina undir ein nýggjan sáttmála, sum er galdandi í fýra ár.
Nýggi sáttmálin hevur við sær eina lønarhækking upp á 3,26 prosent í ár og 2,56 prosent næsta ár.
Tillagingar eru harafturat gjørdar í sáttmálanum. Millum annað kann nevnast, at fríyrkis- flogskiparar nú verða fevndir av sáttmálanum, og eisini verður staðfest, hvørjir flogskiparar eru at meta um leiðandi, og tí ikki fevndir av sáttmálanum.