Nú verður Atlantic Cup

Fótbóltur: Veðurgudarnir vóru í ringum hýri seinasta vikuskiftið, og tí bleiv árliga innandurakappingin hjá GÍ útsett til í dag

Hon skuldi vera seinasta leygardag, men varð avlýst, tí veðrið var so ringt. Men í dag verður hon so: Atlantic Cup 1999, sum GÍ skipar fyri.

Hetta er afturvendandi innandurakapping í fótbólti, og kappingin í ár er tann triðja í røðini. Í 1997 vann HB og í 1998 NSÍ.

Kappingin er í ár fyri øll tey tíggju feløgini, sum skulu spæla í 1. deild ? B36, B68, B71, GÍ, HB, ÍF, KÍ, NSÍ, Sumba og VB. Øll feløgini kunnu hava upp til tvey lið við.

Spælt verður í fýra bólkum við fimm liðum í hvørjum. Fýra útispælarar eru á hvørjum liði, og tvey lið koma víðari úr hvørjum bólki til eitt millumumfar, sum er í tveimum bólkum við fýra liðum í hvørjum.

Bólkarnir eru: NSÍ 1, ÍF 1, GÍ 1, B68 1 og HB 1.

NSÍ 2, ÍF 2, GÍ 2, B68 2 og HB 2.

KÍ 1, B36 1, Sumba 1, VB 1 og B71 1.

KÍ 2, B36 2, Sumba 2, VB 2 og B71 2.

Millumumfarið byrjar klokkan 15.00 og verða dystirnir í innleiðandi og í millumumfarinum átta minuttir.

Klokkan 17.30 verður farið í holt við hálvfinalurnar, og finalan byrjar klokkan 18.15. Finaluumførini eru 11 minuttir hvørt.

Vinnarin av kappingini fær eins og undanfarin ár sjey Gjugg í Borg-ferðir frá Atlantic Airways, og næstbesta liðið fær ein vinning frá Statoil.

Kappingin Atlantic Cup er komin fyri at verða. Hetta er at meta sum byrjanin upp á fótbóltin, og oftast er tað eisini her, at feløgini »presentera« sínar nýggju spælarar.