BankNordik lækkar nú rentuna á orkulánum. Tað eru serlig lán, sum verða veitt til grøna orkum bæði heima hjá fólki og til elbilar.
BankNordik sigur, at tað merkir, at rentan á orkulánum, og lánum til elbill, lækka niður í 1,75 prosent.
Í dag liggur rentan úr 2,25 prosentum, upp í 3,7 prosent, alt eftir, hvussu viðurskiftini við bankan eru.
Men banin sigur, at ítøkiliga merkir hetta, at ein, sum hevur eitt lán upp á 300.000 krónur til ein elbil við eini rentu upp á 2,75 prosent, og sum verður afturgoldið upp á sjey ár, minkar gjaldið úr 4.090 krónum um mánaðin niður í 3.952 krónur. Sparingin er sostatt 138 krónur um mánaðin ella 1.600 krónur um árið.
Eitt orkulán er eitt lán, sum ger bústaðin meiri orkusparandi, eitt nú til bjálving, nýggj vindeygu, nýtt tak ella nýggjan klædning, ella hitapumpu.
BankNordik hevur eisini sett løðistøðir upp við deildirnar í Havn, Saltangará, Klaksvík, Miðvági og á Tvøroyri, so har ber til at at løða elbilin ókeypis.