Nú verður bara bíðað eftir sandoyingum

Fyribils er skipanin løgd á hillina, har ferðafólk kunnu keypa ferðaseðil við Teistanum á telduni

Tað verður ikki enn, at tað fer at bera til at bíleggja ferðaseðil við strandfaraskipinum,Teistanum, á telduni og á internetinum

 

Tað staðfestir Hilmar Eliasen, stjóri á Strandferðsluni.

 

Sandoyingar hava leingi sóknast eftir at fáa eina slíka skipan, har tað bar til at keypa ferðaseðil á internetinum, tí mangan er bíðitíðin long, tí tað ferðast so nógv fólk.

 

Seinastu tíðina hevur Strandferðslan tískil arbeitt við at menna eina talgilda bíleggingarskipan til ferðaseðlar við Teistanum, og sum fráleið var ætlanin at seta hana í gildi fyri onnur skip eisini.

 

– Skipanin hevur verið klár at taka í nýtslu í tríggjar vikur nú, men fyrbils verður onki gjørt, sigur Hilmar Eliasen, stjóri á Strandferðsluni.

 

Orsøkin er, at Gerhard Lognberg, borgarstjóri í Skopun, hevur kravt, at bíleggingarskipanin skal bara umfata helvtina av plássinum á Teistanum, tí hin heltin skal framvegis vera til fólk, sum fara á ferjuleguna at stilla seg við bilinum, sum vanligt.

 

Hann hevur sett hettak kravið fram tí at hann metir, at tað eru so nógv eldri fólk, sum ikki duga at brúka teldu og at tey mugu kunnu fara við Teistanum, uttan at hava bílagt ferðaseðil á internetinum.

 

Hilmar Eliasen ásannar, at hann kann hava grein í sínum máli, men hann heldur kortini, at eldri fólk kunnu fáa onkran at læra seg at bíleggja á teldu, ella á interneti.

 

Hann sigur, at skal talgilda bíleggingarskipanin bara umfara helvtina at plássinum á Teistanum, dettur meiningin við henni burtur, tí tá fara fólk framvegis at noyðast at standa í longum bíðirøðum, akkurát, sum nú, so er endamálið við skipanini mestsum dottið burtur.

 

Annars sigur hann, at í skipanini er tað partvís lagt upp fyrii tí tað eru eitt ella tvey pláss eftir til bilar, sum ikki hava bílagt ferðaseðil á telduni.

 

Landsverk hevur biðið Skopunar Kommunu um loyvi til at merkja bíðirøð á havnarlagnum í Skopun til bilar, sum hava bílagt ferðaseðil á teldu, men borgarstjórin hevur noktað fyri tí. Og Hilmar Eliasen sigur, at tískil er ætlanin løgd á hillina fyribils.

 

–Nú bíða vit, til vit fáa eina felags fráboðan frá kommununum í Sandoy, og fyrrenn vit fáa tað, gera vit ikki meiri við tað, sigur hann.

 

– So fáa vit at síggja, hvat sandoyingar vilja, og so taka vit støðu til tað.

 

Hinvegin heldur hann, at ein máti kann vera at hava fleiri pláss tøk til bilar, sum ikki hava bílagt ferðaseðil á internetinum, men so at taka alsamt fleiri pláss upp í skipanina, so hvørt, sum øll hava vant seg við skipanina, men nú verður so fyribils bíðað eftir eini felags fráboðan frá kommununum í Sandoy, áðrenn nakað hendur.