Nú verða stig tikin til at geva fólki, sum verða arbeiðsleys, betri umstøður. Helgi Abrahasen, landsstýrismaður í arbeiðsmarknaðarmálum, hevur nevniliga lagt uppskot fyri Løgtingið um at hækka gjaldið úr Als til fólk, sum verða arbeiðsleys.
Í løtuni er støðan tann, at arbeiðsloysisstuðulin er 75 prosent av lønini, men tað verður nú hækkað upp í 80 prosent av lønini. Í løtuni er støðan eisini tann, at arbeiðsloysisstuðulin kann í mesta lagi verða 17.500 krónur um mánaðin, men tað hámarkið verður nú hækkað upp í 18.000 krónur.
Men Arbeiðsloysisskipanin er so mikið væl fyri, at tað er eisini ráðiligt at lækka gjaldið til ALS. Gjaldið til ALS er 1,25 prosent av lønini, men nú verður tað lækkað 0,25 prosent, niður í eitt prosent av lønini.
Stýrið fyri ALS heldur, at fíggjarliga treystið hjá skipanini er so mikið gott, og útlitini so fræg, at tað er búskaparliga ráðiligt at lækka inngjaldið við 0,25% stigum, úr 1,25% niður í 1%.
Helgi Abrahamsen sigur, at síðani 2014 hevur Arbeiðsloysisskipanin havt eitt alsamt veksandi avlop og a skipanin er væl bjálvað. Við árslok í 2013 var eginognin hjá ALS slakar 307 milliónir krónur og við árslok í 2019 var eginognin umleið 910 milliónir krónur.
Í 2014 varð skipanin stillað soleiðis, at er arbeiðsloysið í Føroyum undir 4,5 prosent, skuldi hon geva avlop.
Hesi seinastu árini hevur arbeiðsloysið verið lítið so inntøkurnar hjá ALS eru alsamt hækkaðar og sum støðan er nú, skal arbeiðsloysið upp um 5,5 prosent, áðrenn tað verður skipanin gevur hall.
Stýrið fyri AlS hevur tað áskoðan, at tað er í góðum tíðum, at Arbeiðsloysisskipanin skal styrkjast, soleiðis at skipanin er før fyri at standa ímóti einari búskaparligari afturgongd. Og nú heldur stýrið, at Arbeiðsloysisskipanin er so mikið væl fyri, at hon kann standa ímóti einum arbeiðsloysi upp á átta prosent í samfull 12 ár á rað. Samstundis kann hon standa ímóti einum arbeiðsloysi upp á 10 prosent í seks ár á rað.
Síðani 1998 hevur arbeiðsloysið annars verið sløk 4 prosent í miðal.