Heldur hendan gongdin fram, verður tað longu tíðliga í summar, at metið verður tikið. Tað staðfesta tey í Hagstovuni.
Tey vísa á, at í desember vóru tað 25.696 løntakarar í Føroyum, og hetta er sjeyndi mánaður á rað at talið veksur.
Hetta er árstíðarjavnað tøl, og tað merkir, at tað er lagt upp fyri sveiggjum, sum skiftandi árstíðir kunnu elva til í talinum á fólki, sum eru til arbeiðis.
Hagstovan sigur, at síðan 2014 hevur tað verið javnur vøkstur at kalla hvønn mánað, og hesi seinastu trý árini eru er talið á løntakarum vaksið 2.000 løntakarar.
Á vári í fjør var ein lítil støðgur í vøkstrinum, men síðani hevur vøksturin verið ein tann størsti seinasti trý árini. Seinasta hálva árið eru sostatt 350 løntakarar komnir aftrat.
Tað mesta, sum hevur verið av lønkakarum í Føroyum er beint yvir 26.000. Tað var á páskum í 2008, at talið á løntalarum í Føroyum fór upp um tað markið.
Enn mangla 300 løntakarar í, áðrenn vit taka tað metið, men heldur hendan gongdin fram, verður tað tó tíðliga í summar summar, at tað aftur verða yvir 26.000 løntakarar í Føroyum.