Við eitt sindur av hepni og smálutum sum fóru rættan veg hevði Brandur Hendriksson skorað móti Skotlandi á Hampden Park aftaná tvær góðar royndir á málið hjá Skotlandi. Við eitt sindur av neyvleika hevði Jóan Símun Edmundsson skorað minst eitt mál, men hetta var ikki kvøldið har Føroyar fingu smálutirnar við sær.
Umframt, at tað er ergiligt fyri okkum øll, at Føroyar ikki sluppu av Hampden Park við einum 2-4 ella kanska einum 3-4 tapi, ið hevði sæð snøgt út, so er tað eisini persónliga erguligt fyri Jóan Símun Edmundsson og Brand Hendriksson, at teir ikki fingu minst eitt mál í part.
Tí á søguligu toppskjúttaralistanum liggja framvegis á trimum teimum ovastu plássunum tær gomlu hetjurnar Rógvi Jacobsen (10 mál), Todi Jónsson (9 mál) og Uni Arge (8 mál).
Søguliga er Uni Arge tann mest effektivi føroyski málskjúttin við einum málsnitti á 0,22 = átta mál í 37 landsdystum.
Av núverandi spælarunum hevur Jóan Símun Edmundsson skorað sjey mál, men Jóan Símun hevur brúkt munandi fleiri dystir enn gomlu hetjurnar at røkka sínum sjey landsliðsmálum.
Av núverandi spælarunum hevur Klæmint A. Olsen við sínum fimm málum tað frægasta málsnittið í mun til spældar landsdystir við einum málsnitti á 0,13.
Jóan Símun Edmundsson, Klæmint A. Olsen, Hallur Hansson, Brandur Hendriksson og Rógvi Baldvinsson, Sonni Ragnar Nattestad, Meinhard E. Olsen og hinir leikararnir fáa tó ein møguleika seinni í ár, ið einki annað føroyskt A-landslið hevur fingið í sama kalendaraári, nevnliga sjey heimadystir á rað. Tveir venjingardystir móti Íslandi og Liktinstein, og í heyst undankappingardystir móti Ísrael, Danmark, Moldova, Eysturríki og Skotlandi á Tórsvølli.
Rógvi Jacobsen segði í samrøðu við FM1 fyri nøkrum árum síðani: - Vónandi eri eg ikki søguligur toppskjútti nógv ár aftrat. Vit vóna øll, at Rógvi fær ynskið uppfylt í hesum árinum.
Søguligi toppskjúttaralistin hjá Føroyum:
Nummar | Spælari: | Landsliðsmál | Landsdystir | Málsnitt | Tíð á landsliðnum |
---|---|---|---|---|---|
1 | Rógvi Jacobsen | 10 | 53 | 0.19 | 1999–2009 |
2 | Todi Jónsson | 9 | 45 | 0.2 | 1991–2005 |
3 | Uni Arge | 8 | 37 | 0.22 | 1992–2002 |
4 | Jóan Símun Edmundsson | 7 | 64 | 0.11 | 2009– |
5 | John Petersen | 6 | 57 | 0.11 | 1995–2004 |
Fróði Benjaminsen | 6 | 95 | 0.06 | 1999–2017 | |
7 | Klæmint A. Olsen | 5 | 38 | 0.13 | 2012– |
Hallur Hansson | 5 | 57 | 0.09 | 2012– | |
9 | Jan Allan Müller | 4 | 34 | 0.12 | 1988–1998 |
Brandur Hendriksson | 4 | 42 | 0.1 | 2014– | |
Rógvi Baldvinsson | 4 | 49 | 0.08 | 2011– | |
Christian Lamhauge Holst | 4 | 49 | 0.08 | 2003–2015 | |
Julian Johnsson | 4 | 62 | 0.06 | 1995–2006 |