Nú vilja danir ikki hava evruna

Fyri fyrstu ferð í tíggju ár er meirilutin av fólkinum í Danmark ímóti at seta evruna í gildi sum gjaldoyra ístaðin fyri krónuna. Tað vísir ein meiningakanning, sum Megafon hevur gjørt fyri Politiken og TV2.

Í kanningini siga 50 prosent av teimum spurdu, at Danmark eigur ikki at fara upp í evrusamstarvið. 43 prosent siga, at landið eigur at fara uppí.

Kanningin bleiv gjørd týsdagin ella nakrar fáar dagar aftan á tað nógva orðaskiftið um grikska búskapin, og hvussu kreppan har hevði elvt til óró á altjóða fíggjarmarknaðinum.

Marlene Wind, professari í evropeiskum politikki við lærda háskúlan í Keypmannahavn, sigur við DR, at júst tann neiligi tíðindaflutningurin um Grikkaland og evruna hevur ávirkað støðuna hjá nógvum dønum.