- Tað albanararnir í Kosovo kunnu fáa sjálvstýri, sum mugu vit hava sama rætt.
Hesin tankin breiðir seg sum eldur út um Evropa í hesum døgum, og tað fyrsta tekinið kom úr grannalagnum hjá Kosovo í gjár, tá tað lokala tingið hjá serbiska minnilutanum í Bosnia kunngjørdi, at tað umhugsar at loysa landslutin Republika Srpska frá hinum partinum av Bosnia.
- Um ein munandi partur av limalondunum í ST og serstakliga ES-londini viðurkenna Kosovo sum sjálvstøðugt land, er tjóðartingið í Republika Srpska av teirri áskoðan, at tað kann tilskila sær rætt til at skriva út fólkaatkvøðu um at endurskoða sína støðu, stendur í samtyktini hjá tinginum.
Síðani kríggið frá 1992 til 1995 hevur Bosnia verið í tveimum pørtum, sum hava hvør sína stjórn, ting og løgreglu. Annar er tann serbiski parturin Republika Srpska, og hin er tað muslimskt-kroatiska samveldið. Nógvir bosniskir serbar halda, at teirra partur eigur at slíta seg leysan av hinum og at fara upp í Serbia ístaðin fyri.
Eisini aðrastaðni
Í Abkhasia og Suðurossetia, sum eru partar av Georgia, hava tíðindini úr Kosovo eisini vakt ans, og ein talsmaður fyri loysingarrørsluna sigur við eitt georgiskt blað, at teir báðir landspartarnir hava longu umrøtt møguleikan.
Russland sýtir fyri at viðurkenna Kosovo sum sjálvstøðugt land, og tað kann hava sína orsøk, tí sambært embætismonnum í Moskva stúrir russiska stjórnin fyri, at ein viðurkenning haðani fer at eggja minnilutum í eitt nú Hvítarusslandi og Kirgisistan til at gera sum albanararnir í Kosovo.
Abkhasia og Suðurossetia kvettu við Goergia í nítiárunum, og sjálvt um landspartarnir í veruleikanum ráða sær sjálvum, hevur einki land viðurkent teir sum sjálvstøðug lond. Heldur ikki Russland. Men nú óttast georgiska stjórnin, at Russland kann finna upp á at viðurkenna Abkhasia og Suðurossetia sum eitt slag av hevnd fyri, at Vesturheimurin viðurkennir Kosovo.