Vit hava vitað tað síðan landnámstíðina: at flag er besta bjálving til húsatekjur. Nú koma hini so halsandi aftaná og vilja eisini hava flag á tekjurnar. Fyrst og fremst av umhvørvisávum. Tí flagtekjur hava óendaliga nógvar fyrimunir og nærum ongar vansar.
Herfyri samtykti býarstýrið í Keypamannahavn, at allir nýggir bygningar við flatari tekju skulu klæðast við grasi og øðrum vøkstri. Og her gongur danski høvuðsstaðurin í fótasporunum á øðrum framkomnum stórbýum, sum ynskja at selja seg sjálvar sum miljøbýir, eins og eitt nú Toronto í Canada. Eisini aðrir stórbýir gera seriøsar royndir við flagtekjum, og geva í mongum førum byggiharrum fíggjarligar fyrimunir, um teir byggja grønt. Vit kunnu nevna býir sum Berlin, Chicago, Cologne, Linz, Münster og Portland, Oregon.
Men hví skulu øll nú knappliga herma eftir okkum norðbúgvum? Tí tað er ikki bara í Føroyum at flagtekjan er gamal byggisiður. Eisini í Noregi og í øðrum Norðurlondum hevur verið vanligt at leggja flag á tekjurnar.
Loysir seg fíggjarliga
Í einum uppriti, sum danskir granskarar á Center for Park og Natur hevur skrivað til høvuðsstaðarkommununa, verður greitt frá øllum fyrimununum við flagtekjum, sæð frá einum umhvørvissjónarmiði.
Í uppritinum verður staðfest, at hóast tað kostar eitt lítið sindur meira upp á seg at fáa sær flagtekju, so vinnur íløgan seg sjálva inn aftur eftir stuttari tíð, tí tekjan fær dubulta livitíð. Harumframt tryggjar eigarin sær, at hann lýkur framtíðar umhvørviskrøv.
Nógvir fyrimunir
Samanumtikið kunnu vit siga, at grønt á tekjuni bjálvar húsini, bæði á sumri og á vetri, og at hetta sjálvandi minkar um orkunýtsluna. Grønur vøkstur minkar um strongd hjá íbúgvunum, og økir um trivnaðin, eisini tí flagið ljóðisolerar húsini væl. Gras og annar vøkstur minka eisini um dálkkandi evnini í luftini í stórbýnum, tí vøksturin sýgur evnini til sín og reinsar á tann hátt luftina. Ein annar týðandi fyrimunur er, at grasið upptekur stórar nøgdir av regnvatni og hetta minkar um trýstið á kloakskipanirnar, sum frammanundan eru undir stórum trýsti.
Keypmannahavn á odda
Í dag hava umleið 30 bygningar í Keypmannahavn flagtekjur. Harímullum Nationalbankin, Posthúsið á Jagtvej og Hotel Palace við Ráðhúsplássi. Men framyvir skulu allar nýggjar slættar tekjur, sum hella í mesta lagi 30 stig, hava grønan vøkstur. Roknað verður við, at umleið 5000 fermetrar av grønum verður á tekjunum árliga, um býarmenningin verður sum ætlað.
Nýggja átakið hjá Keypmannahavnar kommunu er tað mest ambitiøsa innan grønar tekjur í heiminum. Bert í Toronto í Canada eru tey á støði við Keypmannahavn.
Nýggja átakið verður lagt fram á einari heimskongres í London í heyst.
--
--
HESI BROTINI KUNNU VERA Í KASSUM ELLA LÍKNANDI RUNT Á OPNUNI..:
Vakurleiki og vælvera
Grønar tekjur variera eina, í mongum førum einstáttaða, býarmynd, við at bjóða estetiskt og arkitektoniskt fjølbroytni. Hetta skapar visuellan áhuga, umframt at grønt í umhvørvinum hevur víst seg at minka um strongd.
Regnvatn
Vit vita, at veðurlagsbroytingarnar hava stórar broytingar við sær í veðurlagnum. Eitt nú verða stormarnir ógvusligari og meiri avfall kemur niður. Tí er tað eisini ein fyrimunur, um nógvar flagtekjur eru í býnum, tí flagið upptekur úti við 85 prosentum at regnvatninum teir fyrstu regntímarnar og hetta minkar um trýstið á kloakskipanina við 60 prosentum. Sostatt minkar vandin fyri vatnflóð, og kommunan sparir nógvan pening til viðlíkahald av kloakskipanini.
Kølir býin niður
Stórbýir eru sum heild heitari enn smærri býir. Tað kemst av, at býurin hevur nógvar massivar flatur, sum umskapa sólarljósið til hita. Býurin verður sum ein grýta. Vantandi vøkstur darvar natúligu niðurkølingini, sum annars fer fram í náttúruni. Nógvi hitin økir um skaðiliga útlátið av ozon og um tørvin á orkuslúkandi køliskipanum ella air condition. Við at planta sum mest í býnum, minkar hitin og eftirspurningurin eftir kuldaskipanum. Kanningar í Toronto hava víst, at um 50 prosent av tekjunum eru flagtekjur, minkar hitin í býnum við 2ºC, sum so aftur hevur við sær eina munandi minking í orkunýtsluni.
Betri luft
Við at lækka tann ofta ekstrema summarhitan, hava grønur tekjurnar eisini við sær eina minking av skaðiligum evnum og partiklum í luftini. Harumframt minka flagtekjurnar um útreiðlur til at hita og køla húsini niður, tí grønar tekjur bjálva so væl. Lægri orkutørvur minkar eisini um CO2 útlátið og onnur dálkandi evni.
Ein canadisk kanning frá 2003 vísti, at flagtekjur minka um hitamissin á vetri og tørvin á klimaskipanum á sumri við tilsamans 75 prosentum.
--
Les meira á:
www.greenroofs.org
www.igra-world.com
www.worldgreenroof.org
--
Keldur: Notat om grønne tage, Center for Park og Natur