Nadal og Djokovic í finaluni

Bresta saman fyri 56. ferð

Lagt er upp til tað heilt stóra brakið, tá Rafa Nadal og Novak Djokovic í morgin bresta saman í finaluni í French Open.

Nadal spældi seg í gjár víðari í finaluna, tá hann sigraði á Diego Schwarzman í trimum settum, meðan Djokovic mátti slíta seg gjøgnum fimm sett í hálvfinaluni móti Stefanos Tsitsipas.

Hóast Rafa Nadal verður mettur at vera absolutti grús-kongurin - og ikki minst French Open kongurin við 12 steypum - hevur Djokovic verið stórspælandi í alt ár, og undan dystinum í US Open, tá hann varð diskvalifiseraður fyri at sláa ein bólt í høvdið hjá einum linjudómara, var hann ósigraður í 29 dystum.

 

Nadal og Djokovic hava spælt móti hvørjum øðrum ikki færri enn 55 ferðir, og av teimum hevur Djokovic vunnið 29 dystir, meðan Nadal hevur vunnið hinar 26.

Teir báðir hava spælt finalu móti hvørjum øðrum 26 ferðir, og eisini her førir Djokovic við 15 sigrum móti 11 hjá Nadal. Hyggja vit kortini eftir Grand Slam finalum, er tað Nadal, ið er omaná. 15 ferðir eru teir báðir endaðir í Grand Slam finaluni á hvør sínari síðu, og her er tað Nadal, ið hevur vunnið níggju finalur, meðan Djokovic hevur vunnið seks.

Nadal og Djokovic hava kortini bert spælt eina French Open finalu áður, hon var í 2012, og hana vann Nadal í fýra settum. Teir báðir hava annars hitst sjey ferðir í French Open, og av teimum sjey dystunum hevur Nadal vunnið seks.

Finalan í Roland Garros byrjar í morgin kl. 14.