Spanska tennis-stjørnan, Rafael Nadal, fór í gjárkvøldið um ein markastein á yrkisleið síni, tá ið hann vann sín dyst nummar 1000 á Tour-støði í tennis.
Tað var í øðrum umfari av ATP-kappingini í París, at 1000. sigurin hjá 34 ára gamla Nadal kom í hús. Hann vann 4-6, 7-6, 6-4 á spanska landsmanni sínum, Feliciano Lopez.
Einans tríggir aðrir tennisleikarar hava megnað at vunnið í minsta lagi 1000 dystir. Teir eru Jimmy Connors (1274 sigrar), Roger Federer (1242) og Ivan Lendl (1068).
Rafael Nadal, sum fekk sín fyrsta dyst á Tour-støði longu sum 15 ára gamal afturi í 2002, varð heiðraður fyri avrikið eftir sigurin á Lopez í gjár.
- Fyri at røkka einum so høgum tali má eg havi gjørt nógv rætt. Tað er ein heiður at kunna spæla tennis sum 34 ára gamal, men tað er ikki bara mær at takka. Tað er alt liðið og familjan, segði Nadal á tíðindafundinum eftir dystin.