Nadal vann Wimbledon

Tað eydnaðist spaniumanninum, Rafael Nadal at koppa sveisiska Roger Federer av tennistrónuni í Wimbledon, í kappingini í einmansleiki hjá monnum

Talan gjørdist um drúgvastu finaluna, sum menn minnast. Finalan var tvær ferðir avbrotin orsaka av regni, so talan gjørdist um ein sera langan og drúgvan tennisdyst. Í fimta settinum fylgdust Nadal og Federer til støðuna 7-7, tá tað loksins eydnaðist Nadal at koppa dystinum til sín fyrimun. Tennisserfrøðingar halda seg at hava sæð tað bestu Wimbledon-finaluna nakrantíð. Hetta er fyrstu ferð Nadal vinnur Wimbledon. Hevði Federer vunnið, so hevði tað verið sættu ferð á rað.