Naddoddur holvdist – fimm fólk eru bjargað

Seksæringurin Naddoddur, sum við seks persónum hevur silgt úr Suðuroy til Noregs er holvdur. Ein persónur er saknaður

Norskir miðlar skriva, at stórt bjargingarátak er í gongd, eftir at báturin sendi út neyðarkall.

Bjargingarleiðarin í Hovedredningssentralen Sør, Oddgeir Andersen, váttar fyri norska Dagbladet, at báturin er hovldur.

Seks fólk vóru umborð, og bjargingarátakið varð sett í gongd, eftir at neyðsignal varð sent frá bátinum.

- Ein bjargingarbátur er sæddur. Bjargingartyrla úr Florø er á staðnum at heinta fólk, sigur Andersen.

Hann sigur, at tað er eitt stórt apparat í gongd í sambandi við bjargingina. Bjargingartyrla og SAR-tyrla eru á staðnum, tilbúgvingin er klár á landi, og ein loftsjúkrabilur er til reiðar at hjálpa til um tørvur er á tí.

- Veðrið er ringt. Tað er hvassur vindur og ringur sjógvur, sigur bjargingarleiðarin.

Kl 21.20 boðar hann Dagbladet frá, at tey hava tamarhald á fimm fólkum, og at tey eru flutt til lands í tyrlu. Ein persónur er framvegis saknaður.

Andersen hevur ongar upplýsingar viðvíkjandi heilsustøðuni hjá teimum fimm. Tey vóru í somu bjargingarbáti, tá tey vóru bjargað.