Nader gjørdi ikki mun

Ralph Nader, sum stillaði upp sum óheft valevni á amerikanska forsetavalinum, fekk onga ávirkan á úrslitið.

Nader stillaði eisini upp fyri fýra árum síðani, og tá fekk hann stóra ávirkan á úrslitið. Í Florida fekk hann meiri enn 97.000 atkvøður. Tær flestu vóru frá demokratiskum veljarum, og tí er eingin ivi um, at hann kostaði Al Gore valsigurin. Sum kunnugt vann George W. Bush í Florida og harvið valið, tí hann fekk 537 atkvøður fleiri enn Gore.

Men hesaferð fekk Ralph Nader bara 32.000 atkvøður í Florida, og tað gjørdi hvørki til ella frá, tí munurin ímillum Bush og John Kerry var størri enn so. Sambært valmyndugleikunum fekk Ralph Nader knappliga 400.000 atkvøður um alt landið, og tað svarar til eitt prosent.