Verkini hjá Nadine Gordimer bygdu í stóran mun á rasuskilnaðarpolitikkin hjá tí hvíta minnilutastýrinum í Suðurafrika, og Nadine var eisini limur í felagsskapinum ANC.
Myndugleikarnir forðaðu fyri, at verk hennara komu út, og fleiri teirra vórðu tí givin út uttanlands.
Tann fyrsta bókin hjá Nadine Gordimer, "Face to Face", kom í 1949, og tann 14. og seinasta skaldsøgan, "Get a Life", kom í 2005.
Í 1991 fekk Nadine Gordimer Nobel-bókmentavirðislønina.