Seinastu árini hava lestrarvegleiðararnir í Hoydølum í størri mun enn áður upplivað, at næmingar venda sær til teirra, tí teir kenna seg strongdar og tunglyntar. Trupla sálarstøðan ger, at næmingar hava fráveru, eru illa fyrireikað til undirvísing og lata ikki kravdu uppgávurnar inn.
- Tað er blivið heilt vanligt, at næmingar í skúlanum koma til okkum lestrarvegleiðarar, tí teir ikki hava tað gott og klára ikki tær uppgávurnar, sum teir skulu gera. Hesin trupulleikin er vorðin alsamt vanligari, sigur Annie Fjallsá, sum er ein av teimum fýra lestrarvegleiðarunum í Studentarskúlanum í Hoydølum.
Annie Fjallsá leggur afturat, at nógvir næmingar eisini hava frítíðarítriv og arbeiði, sum fer við nógvari tíð, og hetta kann gera, at trupult kann vera at fáa stundir til at røkta skúlan til fulnar. Tó eru eisini aðrar meira álvarsamar orsøkir til strongdu og tunglyntu næmingarnar.
Deyðin bankar á dyrnar
Hóast meginparturin av næmingunum trívist og stendur seg væl, eru alsamt fleiri, ið stríðast við tunglyndi og strongd. Seinasta árið hevur serliga ein orsøk gjørt seg galdandi hesum viðvíðkjandi.
- Seinasta árið hevur skúlin verið rættiliga hart raktur av deyðsføllum. Fleiri ung eru deyð í ferðsluni, og eisini hava deyðsføll orsakað av sjúku verið í familjum hjá okkara næmingum. Sjálvandi ávirkar tað teirra gerandisdag og skúlagongd, sigur Annie Fjallsá.
Vaksandi talið av tunglyndi og strongd byrjaði av álvara fyri fýra árum síðani, og tí gjørdu lestrarvegleiðararnir av at hava ein sálarfrøðing knýttan at skúlanum.
- Næmingarnir fáa tvær ókeypis viðtalur hjá hesum sálafrøðinginum. Tað er avgjørt tørvur á einum slíkum tilboði. Næmingarnir eru eisini rættiliga tilvitaðir um tilboðið, og alsamt fleiri biðja um at sleppa til sálarfrøðingin. Seinasta árið er sálarfrøðingurin rættiliga nógv brúktur, sigur Annie Fjallsá at enda.
Les greinina í fullari longd í Sosialinum.