Tað fer helst at vera útselt til U21 EM-undankappingardystin millum Føroyar og Kroatia við Djúpumýru í Klaksvík í annaðkvøld klokkan 18.
Andrass Thomsen, landsliðssamskipari hjá FSF boðaði á Føroyskum Fótbóltstjaki á Facebook frá stutt aftaná klokkan 16, at færri enn 100 atgongumerki vóru eftir.
U21-landsliðið avrikaði væl farna hósdag móti Belarus í Armenia, har tað eydnaðist Føroyum at vinna 3-2 á Belarus við einum hattrick´ið hjá Jørgeni Nielsen.
- Færri enn 100 atgongumerki eru eftir í nethandlinum - so skunda tær inn her https://bit.ly/3sRraA7 um tú vilt við til dyst, skrivar Andrass Thomsen.
Upphiting fyri fjepparar verður í KÍ-høllini frá klokkan 16.
Tey sum ikki hava atgongumerki til dystin kunnu hoyra hann beinleiðis á FM1 ella síggja hann á Rás1 hjá Televarpinum.