Næstan annarhvør neyðstaddur var pensjónistur

Ein barnauppsparing fekk ta avleiðing, at nøkur ikki fingu fíggjarliga kreppuhjálp í fjør

Næstan helvtin av teimum, sum vóru so illa fyri í fjør, at tey høvdu rætt til fíggjarliga kreppuhjálp, vóru pensjónistar. Tað vísir ein uppgerð, nú samgongan aftur hevur lagt uppskot fyri Løgtingið um at veita teimum, sum eru ringast fyri, kreppuhjálp.

 

Kreppuhjálpin, sum nú verður latin, er 12.000 krónur, umframt at ískoytið fyri hvørt barnið hækkar seinna hálvár í ár.

 

Les meiri her: Hetta fer at hjálpa hjá teimum sum eru ringast fyri

 

Undanfarna samgonga legði eisini eina skipan um kreppuhjálp fyri Løgtingið um at lata 12.000 krónur í oljustudningi til tey, sum vóru ringast fyri.

 

Tá vóru tað umleið 760 húski, ið sendu umsókn, men tað var ikki meiri enn stívliga helvtin, sum leyk treytirnar og fekk oljuískoyti. Sostatt vóru tað gott 400 húski, sum fingu oljuískoytið og tilsamans fingu tey góðar fýra milliónir í stuðuli.

 

Næstan helvtin av teimum, sum fingu játtað oljuískoyti, ella 47 prosent, vóru fólkapensjonistar.

 

Fyri at fáa kreppuhjálp skal inntøkan ikki vera størri enn eitt ávist. Men tað er eisini ein treyt, at heldur ikki fíggjarliga ognin skal vera størri enn eitt vist.

 

Í fjør vóru tað onkrar familjur, sum ikki fingu oljuískoyti, tí eitt heimabúgvandi barn, sum var 18 ár, hevði eina barnauppsparing upp á nakrar tíggjutúsund krónur. Hetta hevði við sær, at tilsamans fór ognin hjá familjuni upp um hámarkið upp á 50.000 krónur, og sostatt lúku tær ikki treytirnar fyri at fáa oljustuðul.

 

Men hetta verður broytt í uppskotinum, sum nú er lagt í Løgtingið. Hesa ferð verður nevniliga eitt undantak sett í lógina, soleiðis at ung undir 23 ár, sum búgva hjá foreldrunum, kunnu hava ogn upp til 50.000 krónur, uttan at tað telur við, tá ið ognin hjá húskinum verður gjørt upp í samband við eina umsókn um fíggjarliga hjálp.