Næsti festivalurin verður um ein góðan mánað

Men hann verður nakað minni enn hann plagdi vera

Tað er nu greitt, at Sørvágs Country & Blues Festivalur verður sum ætlað 11. og 12. juni í ár. Tað boða fyrireikararnir frá í dag. Men festivalurin í ár verður kortini ikki so umfatandi, sum hann plagdi vera, tí hesa ferð verður tað bara føroysk orkestur sum spæla

 

– Vit gera eina minni útgávu av festivalinum í ár. Tað verða tíggju góð nøvn – øll føroysk – og tað verður bert ein pallur, sum kemur at standa á økinum á Dungasandi uttan fyri dansistovuna, sum hann plagar, sigur Allan Samuelsen, leiðari fyri festivalin, í tíðindaskrivi í dag.

 

Fríggjakvøldið vera fimm konsertir og leygarkvøldið verða eisini fimm konsertir. Allar avtalur eru ikki endaligar enn, men fýra av teimum, sum hava játtað at koma, eru øll kend á føroyska countrypallinum: Talan er nevniliga um Hall Joensen, Spaðar5, Magna Christiansen og Signar í Homrum og hann fer at spæla løg eftir Eagles.

 

Stór óvissa hevur verið um, hvørja lagnu festivalurin fekk í ár í sambandi við koronu. Men á fundi í vikuni gjørdi nevndin fyri festivalin av, at halda ein avmarkaðan festival í ár, tí tað ikki er møguligt at fáa tey ætlaðu útlendsku nøvnini til Føroya. Sjálvt festivaløkið verður eisini nakað minni enn tað plagdi at vera.

 

Samstundis hava tey eisini gjørt av, at atgongumerkini, sum eru keypt í forsølu til festivalin, verða galdandi fyri festivalin í 2022. Hetta er galdandi bæði fyri tey atgongumerkini, ið eru keypt í forsølu í ár og fyri tey, sum vórðu keypt í fjør, tá vit máttu avlýsa festivalin.

 

Tey, ið ætla á festival í ár, mugu sostatt keypa nýggj atgongumerki og tey verða sett til sølu í næstum, siga fyrireikararnir.