Danska veðurstovan DMI sigur um veðrið í dag, at tað verður 8 - 13 m/s av vestri og í støðum upp í 15 m/s. Skiftandi skýloft við sól og ælum, í støðum kavaæl ella vátakavi. Hitin millum 1 og 5 stig. Í kvøld minkar vindurin til 5 - 10 m/s, men seinni snarar hann í ein sunnan og veksur vindin ti 10 - 15 m/s. Skýggjað og regn av og á. Hitin í nátt millum 2 og 6 stig.
Í morgin verður 10 - 15 m/s av suðri, eitt skifti upp í 18 m/s. Skýggjað og regn, og hitin millum 4 og 7 stig. Um náttina snarar hann í ein útsynning og minkar til 5 - 10 m/s. Tað klárnar, men einstøk æl vera kortini. Hitin um náttina millum 2 kuldastig og 3 hitastig.