Nakað av frystum endar í Føroyum

Tað eru fleiri keyparar til avhøvdaða og frysta fiskin hjá Akrabergi, sum landar í Fuglafirði.

Trolarin Akraberg, sum í løtuni liggur á Fuglafirði og landar, hevur 856 tons av frystum avhøvdaðum fiski. Meginparturin er toskur, men ein minni nøgd er eisini av hýsu.

 

Hetta er ein góður túrur hjá skipi og manning. Teir fóru úr Føroyum 9. februar, og longu í dag leggur skipið veiðina upp í Fuglafirði.

 

Hetta er annar túrurin hjá Akrabergi í Barentshavinum í ár. Hin fyrra túrin høvdu teir umleið somu nøgd, 854 tons.

 

Henda túrin hevur Akraberg fiskað í norskum sjógvi - og hin fyrra túrin royndu teir í russiskum sjógvi.

 

Símum Pauli Sivertsen, útgerðarmaður hjá Framherja, sum eigur skipið, sigur, at meginparturin av veiðini verður seld av landinum.

 

- Men, føroysk saltfiskavirki keypa kortini nakað av frysta fiskinum, og millum keypandi virkini eru eitt nú Delta Seafood, Vaðhorn og Sandoy Seafood.

 

Útgerðarmaðurin sigur, at marknaðarlondini annars eru Spania, Póland, Týskland, Kanada, Kina og Vietnam.

 

- Gongst sum ætlað, fær Akraberg einar seks túrar í Barentshavinum í ár, sigur Símun Pauli Sivertsen, útgerðarmaður.