Naknir dreingir í heitum potti

Eitt av teimum heilt væl vitjaðu tilboðunum á G! festivalinum eru teir heitu pottarnir á sandinum.

 

Tá portalurin var framvið, vóru allir tríggir pottarnir kjokkfullir. Fyri tað mesta vóru tað dreingir, sum fyltu pottarnar, men nakrar gentur høvdu tó hættað sær í eisini.

 

"Tá man hevur sitið í pottinum eina løtu, kanska einar 10 minuttir, so er tað mega lekkurt at renna oman í havið og bóltað sær har eina løtu. Man blívur eitt sindur kaldur, men tá er tað so fantastiska lekkurt at fara í pottin aftur. Hetta er absolut eitt must," sigur ein av dreingjunum, sum høvdu valt at taka av hesum heita/kalda tilboði.