Hetta eru sjálvsagt tøl, ið tala. Men áðrenn eg nemi við fíggjarliga óskilið í Tinganesi, ætli eg at líta eitt sindur aftur um bak. Flestu okkara munnu verða samd um at nógv er broytt hesi seinastu hundra árini, og einki er at ivast í, at broytingarnar fara at ganga skjótari í komandi øld. Eg skal bert stutt nema við fyrstu árini í hesi øldini. Tíðin í dag er so nógv ørvísi, enn tíðirnar vóru tá. Politiska skipanin, mentanin og fólkahugsanin vóru ørvísi, og tað er ein royndur lutur, at hvør tíðin skilir ikki aðra.
Tó var tað fyrst í hesi øldini, at føroyskur partapolitikkur kyknaði, og fleirflokka skipanin sá dagsins ljós. Samfelagið, sum vit síggja í dag, er framhald av teirri menning, sum grundarlag varð lagt undir tá. Tvey heimskríggj vóru í fyrru helvt av 20. øld, og hesi høvdu stóra ávirkan á føroyska gerandisdagin. Serliga tað seinna kríggið, broytti føroyska samfelagið og politisku skipanina nógv. Føroyar eftir 1948 Eftir at Føroyar og Danmark undir Seinna Heimsbardaga høvdu verið hertikin av hvør sínum stórveldi í fimm ár, dugdu øll at síggja, at ikki bar til at venda aftur til gomlu amtstøðuna. Mikið politiskt stríð var um hvørja skipan, Føroyar skuldu hava í staðin. Men endin var so, at vit fingu heimastýrislógina. Tað var undir Heimastýrisskipanini, at rættilig ferð kom á menningina av føroyska samfelagnum.
Føroyar gjørdust eitt nútímans vælferðarsamfelag, sum fylgdi menningini í okkara grannalondum.
Men føroysku loysingarflokkarnir vildu alla tíðina hava hesa skipanina burtur - uttan at hava nakað betri at seta í staðin. Sambandsflokkurin hevur tó - frá fyrsta degi - vart hesa skipan. Hon gav víðastu karmar hjá føroyska samfelagnum at fáa lut í samfelagsmenningini, og hon tryggjaði Føroya fólki bestu kor. Sambandsflokkurin í 20. øld Sambandsflokkurin hevur síðan stovnanina í 1906 haft ein tíðandi leiklut í føroyskum politikki. Frá tí at fyrsta landsstýrið varð skipað í 1948 og til dagin í dag, hevur Sambandsflokkurin verið í samgongu í umleið 31 ár - harav hevur flokkurin átt løgmann í umleið 20 ár. Sambandsflokkurin var við til at seta Heimastýrislógina í verk. Flokkurin var við til at endurnýggja fiskiskipaflotan, og at seta fólkapensiónina í verk. Hann var eisini við til at fremja samtíðarskattaskipanina og at útbyggja farmaskipaflotan. Tá búskapurin var ovurupphitaður í 80-árunum, var flokkurin við til at seta bundna uppsparing í gildi o.s.fr.
Sambandsflokkurin hevur altíð verið hornasteinurin í føroyskum politikki. Kreppan í 90-árunum Tá føroyska samfelagið fyri umleið tíggju árum síðani varð rakt av búskaparkreppu, góvu loysingarflokkarnir Heimastýrislógini skyldina fyri, at kreppan kom. Hetta gjørdu teir fyri at tváa hendur. Øll vistu, at vit í nógv ár høvdu havt bæði almenna og privata ovurnýtslu í Føroyum Vit høvdu lænt pening og vehildið, so tað forsló. (Caragata álitið s. 33) Árini frá 1994 til 1998 eydnaðist tað við Sambandsfloksins leiðslu at rudda upp og reisa samfelagið á føtur aft
ur undir somu stjórnarskipan, sum aðrir søgdu seg ikki kunna stýra við. Tað sigur seg sjálvt, at ein skipan, sum megnar at lyfta eitt samfelag úr djúpari búskaparkreppu og samfelagskreppu, kann ikki vera orsøkin til, at samfelagið kom í hesa somu kreppu. Broytingar eru náttúrligar Flestu lógir og skipanir mugu kortini av og á dagførast fyri at fylgja við tíðini og samfelagsmenningini. Soleiðis er eisini við Heimastýrislógini og Heimastýrisskipanini. Sambandsflokkurin hevur í farna ári tilevnað eitt nýskipanaruppskot, sum skal tryggja framhaldandi menning av føroyska samfelagnum í Ríkisfelagsskapinum.
Eftir hesum uppskoti skulu Føroyar gerast alt meira sjálvbjargnar, vælferðarsamfelagið verður varðveitt og ment, og komandi ættarlið fáa fjølbroyttar møguleikar í altjóða høpi. Tað einasta vissa sitandi landsstýri hevur hinvegin sett sær fyri, at Føroyar skulu gerast fullveldi. Longu í komandi ári er ætlanin, at loysa Føroyar úr Ríkisfelagskapinum. Sostatt verður ár 2000 eitt avgerandi ár fyri framtíð Føroya. Landstýrið ætlar, at ein av bestu og tryggastu samfelagsskipanum í heiminum skal takast frá føroyingum. Helvtin av búskapinum skal hvørva, og somuleiðis skulu rættindini, sum føringar hava í ríkinum, hvørva. Hetta er tað einasta, sum við vissu kann sigast, at føroyingar fáa burtur úr ætlanum landstýrisins. Hvussu samfelagsmyndin annars fer at síggja út, er tí ikki trupult at ímynda sær.
Seinasta árið Tá vit hyggja eftir seinasta árinum, so er eitt stórt kanningararbeiði gjørt, og nógvar milliónir krónur eru brúktar í samband við fullveldisætlan landsstýrisins. Hvítabók, Caragata álitið, »Íslendsku tølini« o.s.fr. Alt hetta skuldi »hjálpa føroyingum at taka støðu til spurningin um ríkisviðurskiftini«. Men higartil má sigast, at hetta rúgvismikla og sera kostnaðarmikla tilfar, ikki hevur sannført vanliga føroyingin um tað, sum landsstýrið vildi - tvørturímóti. Mong ivast meira nú, enn tey gjørdu frammanundan, meðan onnur hava vent loysingini bakið. Tey sum enn ikki hava vent ætlani bakið, mugu helst hava meira kunning frá landsstýrinum, áðrenn tey síggja ørvitisætlanina í rætta ljósinum. Vit, sum vilja halda fram í Ríkisfelagsskapinum, fegnast um veljarakanningina, sum Útvarp Føroya gjørdi herfyri. Kanningin, sum varð almannakunngjørd beint eftir, at Hvítabók var útkomin, vísti, at 60,6% av føroysku veljarunum ynskja at verða verandi í ríkisfelagsskapinum. Veljarar eru »gummistempul« Sambært veljarakanningini hjá Útvarpinum, so halda 60,5% av teimum spurdu at spurningurin um, hvørt Føroyar skulu verða innan fyri ella uttan fyri Ríkisfelagsskapin, eigur at verða lagdur fyri veljararnar, áðrenn samráðingarnar við danir byrja. Sambandsflokkurin legði eisini í heyst eitt uppskot fyri Løgtingið um at halda eina slíka fólkaatkvøðu. Men uppskotið fall - bara Sambandsflokkurin atkvøddi fyri tí. Í veruleikanum merkir hetta, at Føroya fólk verða ikki eftirspurd, tá okkara framtíðarstøða skal avgerast. Ikki fyrr enn samráðingarnar við donsku stjórnina eru lidnar, og sáttmálin er góðtikin av bæði Løgtingi og Fólkatingi, sleppur vanligi føroyingurin at siga sína hugsan. Føroyski veljarin skal tá einans virka sum eitt »gummi-stempul«, ið skal góðtaka ein sáttmála, sum longu er avgreiddur. Ein tepur meiriluti er nøktandi, sigur landsstýrið, og fólkaatkvøðan verður ikki bindandi. Fíggjarlógin hækkar So koma vit til fíggjarliga svansið í Tinganesi, sum hevur við sær, at pengarnir í veruleikanum fossa úr landskassanum. Tað er eitt faktum, at útreiðslurnar á fíggjarlógini eru hækkaðar við meira enn 400 milliónum krónum, síðani sitandi landsstýri tók við.
Hetta svarar til einar 4 - 5 milliónir krónur um vikuna. Ella sagt við øðrum orðum: Fyri hvønn einasta yrkadag hjá hesi samgonguni eru útreiðslurnar øktar eina slaka millión krónur! Hetta eru fíggjarligu úrslitini higartil hjá einari samgongu, ið hevur sum høvuðsmál, at Føroyar skulu rekast uttan ríkisveitingar. Nú skuldu Føroyar hava eina fullveldisfíggjarlóg, søgdu teir. Vorðið sum fullveldisfíggjarlóg! Vit eru helst fleiri, sum við ljósi og lykt leita eftir trúvirðinum hjá hesi fullveldissamgonguni. Nýggja stýrisskipanarlógin Eisini á stýrisskipanarliga økinum er syndarliga lítið skil á hjá hesi samgonguni. Fleiri sera álvarslig dømi eru um hetta.
Sambært stýrisskipanarlógini, er tað løgmaður, sum hevur eftirlit við og harvið ábyrgd av, at hvør landsstýrismaður situr fyri sínum málsøki á lógligan og fullgóðan hátt. Tó hava vit í hesum valskeiðinum sæð, at hesar reglur verað ikki fylgdar. Løgmaður sær ímillum fingrar við landsstýrismonnum, og hetta mágar støðið undan stýrisskipanarlógini Við embætisførslu síni skapar løgmaður óhepna siðvenju, sum ger stýrisskipanina maktarleysa. Vit hava í hesum valskeiðinum sæð, at ein landsstýrismaður var baði ákærdur og dømdur uttan at verða settur frá. Vit hava í hesum valskeiðinum eisini sæð, at ein landstýrismaður ikki vildi seta lógir í gildi, sum vóru samtyktar í Løgtinginum. Og so hava vit í hesum árinum eisini verið vitni til, at landstýrismaður fór niður í landskassan eftir peningi, ið hvørki var játtaður av Løgtingi ella fíggjarnevnd. Heldur ikki hetta fekk avleiðingar! Hví landsverksfrøðingurin var frákoyrdur, er fyri mong ein gáta. Hetta kostar skattaborgarunum milliónir av krónum í starvsútreiðslum.
Men gátan verður ikki svarað, og onki fær avleiðingar. Nógv avgerandi lýti Saman um tikið er politikkinum hjá fullveldissamgonguni sera vandamikil fyri føroysku tjóðina: Ríkisrættarliga siktið er skeivt og í stríð við fólkaviljan. Veljararnir verða vanvirdir og misbrúktir í einum kvettlíknandi talvi, har leikt verður um lagnuna hjá einari heilari tjóð. Fíggjarliga stýringin er ein sonn skandala. Og ferð eftir ferð verða reglur ikki fylgdar, uttan at nakað fær avleiðingar fyri nakran. Úrslitini tala fyri seg í einari samanumtøku, sum fullveldisflokkarnir valla kunnu erpa sær av her á gáttini til ár 2000. Vit síggja inní eitt avgerandi ár fyri føroysku tjóðina. Eitt ár, sum í ringasta føri kann taka bestu møguleikar, frælsi og tryggleikan frá okkum, umframt at spjaða føroysku tjóðina.
Mítt nýggjársynski fyri lagnuárið 2000 er, at vit í Føroyum velja røttu leiðina í málinum um framtíðarstøðu Føroya, leiðina sum føroya fólk longu hevur sæð, men sum politikarar teirra ikki vilja kennast við. Á tann hátt seta vit punktum fyri langdrigna orðaskiftinum, so vit sleppa undan politiskt, og fólksligu polariseringini.
Eisini í 21. øld eiga Føroyar og føroyingar at taka lut í altjóða menningini við øktum sambandi og samstarvi ? eisini við londini í ríkisfelagsskapinum.
Við ynskjum um eitt av Harranum signað nýggjár.