Tað er rætt, at Magni Laksáfoss hevur nógv hugskot. Trupulleikin plagar at vera, at tey ikki altíð eru so væl gjøgnumhugsaði. Støðan í dag er so mikið álvarsom, at vit kunnu ikki stýra eftir teimum fyrstu og bestu hugskotunum, sum vit fáa.
Í Fíggjarmálaráðnum arbeiða vit út frá veruleikanum. Tey átøk, sum vit seta á dagsskránna, byggja á ta vitan, sum okkara serfrøðingar koma við. Tað er kanska ikki so smart, sum at fáa okkurt skjótt hugskot, og so krevja tað gjøgnumført her og nú. Men tað hevur týdning – bæði at taka eina sníkjandi kreppu í álvara og samstundis ikki at eggja til eina enn verri kreppu.
Bankapakkarnir vóru eitt felags átak, sum varð veitt fíggjarkervinum í øllum ríkinum. Vit arbeiða nú við eini meting av, um kundarnir hjá peningaststovnunum síggja hesa almennu hjálp aftur. Sjálvur ivist eg í tí, men vit vilja hava grundleggjandi vitanina í lagi.
Nýggju tølini fyri føroyska búskapin koma í hesi vikuni. Tá skulu vit eisini meta um, hvørji politisk átøk eiga at verða gjørd. Búskaparátøk skulu venda rætt og síggjast í størri samanhangi enn, hvør fær eitt hugskot her ella har.
At taka stig til at minka um risahallið á fíggjarlógini er ein politisk avbjóðing av teimum heilt stóru. Eg havi havt fund við landsstýrið - eisini sambandsumboðini - um ymisk uppskot, sum eisini skulu koma strukturella hallinum til lívs. Fíggjarmálaráðið hevur gjørt eina røð av uppskotum, alt frá at taka burtur stuðulsskipanir til bygnaðarligar broytingar. Alt uppskot, sum tú ivaleyst kennir til frá tínari tíð á Argjum. Hesi uppskot eru latin landsstýrisfólkunum. Men uppskotini verða verandi uppskot, um ikki undirtøka fæst fyri teimum, og tað er júst har, at hundurin er grivin.
Tað nyttar lítið, at eg standi einsamallur í fjølmiðlunum og rópi upp um landbúnaðarstudningar, fiskimannafrádrátt, tilfeingisgjald, mvg-stuðul ella tollfrítt tubbakk, um eingin ella ov fá í samgonguni taka undir við mær. Skal eg havi verulig úrslit, so fái eg tey bert, um flokkarnir – allir tríggir – taka undir við at fremja nøkur av hesum tiltøkum - tað er bara ein politisk premissa.
Meðan arbeitt verður við hesum viðurskiftum, so haldi eg, at tað er eisini skilagott at fáa meira skil á nøkur átrokandi viðurskiftum. Eitt er mannagongdin til eina fíggjarlóg, hitt er eftirlit við, at játtanirnar verða hildnar og í triðja lagi eftirlit við búskapinum hjá kommununum.
Tað kann væl vera, at vit ikki í hesum samgonguskeiðinum fáa rós fyri stór avlop á fíggjarlógini, men so kundi tað klætt okkum at hava fingið stýr á fíggjarligu viðurskiftunum bæði hjá okkum sjálvum og hjá kommunum.
Hetta er ein trupul tíð fyri okkum øll - eisini okkum politikkarar. Eg havi roynt verri tíðir fyrr og veit, hvat krevst politiskt. Tá vóru vit meira ella minni noydd at hava eina politiska styrki til at taka ópopulerar avgerðir. Men kanska er politiski ryggurin hjá fleiri okkara ikki nóg fattur enn. Men uttan mun til alt hetta, má tað standa okkum øllum púra greitt, at vit mugu taka tøkini saman, og minst av øllum hava vit brúk fyri politiskum bakbitum.