Vaktleiðarin á løgreglustøðini visti í morgun at siga, at í kanningunum vórðu nakrir bilførarar tiknir fyri at koyra ov skjótt.
- Vit steðgaðu tveimum bilførarum í Norðoyggjum, sum koyrdu ávikavist 79 og 82 kilometrar um tíman, og fyri hetta fingu bilførararnir bæði bót og klipp í koyrikortið.
Ein bilførari fekk eisini bót og klipp í koyrikortið, tí viðkomandi hevð eitt barn sitandi leyst í bilinum.
Í kanningunum hjá løgregluni í Eysturoy fingu tveir bilførarar bæði bót og klipp fyri at koyra ávikavist 74 og 81 kilometrar um tíman.
Hjá einum ungum bilførara, sum hevur koyrt í minni enn trý ár, gekk illa. Hesin varð máldur at koyra 87 kilometrar um tíman.
- Hetta gevur bæði bót og koyriforboð, tí bilførarin er ungur og hevði koyrt lutfalsliga stutt, visti vaktleiðarin at siga í morgun.
Tað eru nevniliga skerpaðar reglur galdandi fyri ungar bilførarar, sum hava koyrt í minni enn trý ár.