Nakrir tankar um Getsemane og fløgubrenning

Sum aðrar verksmiður framleiða fjølmiðlar eisini sína vøru. Tá miðlarnir líða av rávørutroti verður hetta stundum rópt agurkutrupulleiki. Tann til tíðir so soltni miðlaheimurin í Føroyum hevur funnið eina nýggja rávøru  ein samkoma í einum kjallara í Klakksvík. Hetta nýggja fundið og frambrotið í nýføroyskum tabloidjournalistikki hevur gjørt erkabiskuppin André Matas til samrøðuevni um alt landið

Símun Absalonsen


Tað byrjaði í Dimmu og helt fram í Góðan morgun Føroyar. Kjallarin í Klakksvík fylti síðani nógv í einum óvanliga subjektivum innslagi í prime time sendingini Dagur og vika. Sosialurin vil nú eisini hava sín part av kjallarakvotuni, hóast blaðið samanborið við hinar miðlarnar er nakað seint á sjóvarfallinum. Men tað sum er mist við at koma ov seint, kann vinnast aftur við at rópa hart. Og tað ger Sosialurin í ólukkumát tá forsíðan verður ruddað og sálarfrøðingurin Eyðun Joensen trínur fram.

Spennandi verður at síggja hvør miðil man eiga næsta boðið. Nú útlendingar leggja so nógv undir seg í Føroyum, kunnu vit kanska vænta BBC ella CNN at gera innrás í kjallaran í Klakksvík?

Pastorurin á Oyri
Nú havi eg ongantíð verið í nógv umrødda kjallara, men eg kenni eitt sindur skyldmannin André Matras á Norðoyri. Og oyramaðurin man helst standa eitt sindur spyrjandi, nú miðlarnir eftir fáum vikum hava gjørt hann til almennan persón í Føroyum.

Orsakað av øllum miðlarokinum er André eftir hondini vorðin ímyndin av bæði einum og øðrum. Tað sveiggjar heilt frá demagogum sum Adolf Hitler og Jim Jones til imamar, reformatorar og guruar. Og sálarfrøðingar í Havn tykjast nú so dugnaligir, at teir kunnu fjardiagnosera mentalu støðuna hjá pastorinum á Oyri.

Sjálvur haldi eg at André er bæði undir og yvirmettur. Hann er treyðugt nakar erkabiskupur ella partisanur, men ein miðal hampa oyramaður við báðum beinum á jørðini, men ber kanska høvdið hægri enn jantelógin her á landi kann loyva.

Tað sum pressan serliga hevur funnist at er, at nøkur menniskju hava funnið nøkur virði, sum tey meta hava týdning, og hava tí valt at raðfest øðrvísi. Og júst her lúrir tann stóri vandin og pressan ber ótta fyri sálarligu vælferðini hjá ungum klakksvíkingum.

Nú eri eg sjálvur klakksvíkingur við stórum K, sum hevur búð meira enn 25 ár í høvuðsstaðnum. Tað undrar meg ikki sørt at høvuðsstaðarpressan, hvørs heimur ofta er avmarkaður til tað, sum rørir seg ímillum Hoyvíkshagan og Glyvursnes, brádliga hevur fingið so stóran áhuga fyri einum kjallara í Klakksvík. Ikki minst undrar hetta tá havt verður í huga, at í her í høvuðsstaðnum liggur partur av okkara vakra ungdómi hvørt vikuskifti og rullar í gøtunum til ljósan morgun, stundum ávirkaður av harðari evnum enn rúsdrekka, og uttan at hetta tykist at vekja stórvegis ans hjá miðlum, sosialum mynduleikum ella sálarfrøðingum. Tað er gott at høvuðsstaðurin er vorðin góður við Klakksvíkina, men eg vóni ikki, at Havnin gloymir at sópa fyri egnum durum.

Fløgubrenning - hvat er tað?
Hetta gandaorð hevur nú fingið dupultan týdning. At brenna fløgur kann nú annaðhvørt merkja at avrita ella beina fyri, og hesi samanblanding hava klakksvíkingar fingið mikið skemt burturúr.

Tað sum er minni skemtiligt er, at hugurin at beina fyri ávísum lutum verður tikið sum tekin um sálarliga ørsku. Um so er, so hava mangir frægir mentamenn í Føroyum gjøgnum tíðirnar verið sálarliga ørir. Eg loyvi mær tí at tríva eitt sindur í søguna og nevna onkran teirra.

Jóhann við Sjógv
Sjóvarættin í Kollafirði hevur fostrað nøkur av mætastu skøldum føroyinga. Millum teirra kann nevnast gamli sjóvarbóndin, Jens C. Djurhuus (1773-1853), Jens Hendrik Djurhuus, T. N. Djurhuus og ikki minst áarstovubrøðurnir í Havn, Janus og Hans Andrias. Eitt minni kent skald úr ættini er Jóhan Dam (1863-1925), ið var bóndi við Sjógv.

Í Úrvali 1967 er prentaður áhugaverdur fyrilestur, ið táverandi løgmaður P.M. Dam helt í Útvarp Føroya um tann minni kenda yrkjaran í ættini - farbróðurin Jóhan við Sjógv. P. M. Dam var sum nevnt av sjóvarættini og hevði góðar skaldagávur. Hann yrkti bæði í bundnum og óbundnum máli. Í Varðanum nr. 37 lýsir hann við skaldsligum hegni farbróðurin soleiðis:
Eitt andagos úr ævunum,
tú søgu sóma bar.
Um firrað ferð av bævrunum,
tó flogið fagrast var.

Leggjast kann aftrat, at í Heimamissiónssangbókini eigur P.M. Dam fleiri sálmar  bæði upprunaligar og týddar.

Í áðurnevnda útvarpsfyrilestri metir P.M.Dam, at skyldmaðurin Jóhann, við sínum skaldagávum, kemur upp á síðuna av mætastu skøldunum í ættini. Tað sigur ikki so lítið tá ein er í kapping við t.d. áarstovubrøðurnar.

Jóhann lærdi seg týskt og franskt, og serliga væl enskt og fornnørrønt. Hann bardi seg eisini fram til at lesa bíbliuna á frummálinum. Slík málslig avrik munnu vera eindømi í Føroyum í seinna helmingi av 1800talinum. Jóhann sat somuleiðis á Føroya Løgtingi í 20 ár.

P.M. Dam, ið ofta vitjaði sjóvargarðin á ungum aldri, viðgerð tann mentanarliga tvídráttin ið farbróðurin drógst við, og fyrrverandi løgmaður hevur størstu virðing fyri tí raðfesting og lívskós, ið Jóhann valdi.

Í ævisøguni eftir J.H.O. Djurhuus viðgerð Hanus Kamban tey ymisku sjóvarskøldini og um Jóhann sigur Hanus soleiðis:
Klovningur kom í sinni hansara, eitt stríð millum ta norrønu dýrdina og tann evangeliska kristindómin. Endin var, at Óðin mátti lúta, og skaldið brendi at kalla alt, hann hevði yrkt. Jóhann er eitt merkisvert dømi um, hvussu tað kundi gangast einum viðkvømum andsmenni í broytingartíðini aftan á 1856.

Vicor Danielsen
Tað er neyvan neyðugt her at geva eina nærri lýsing av Victori sum skald. Danski heimamissiónstrúðboðarin Ryving Jensen hevði stóra ávirkan á Victor, og hetta førdi til eina grundleggjandi broyting í 1913. Ein avleiðing av hesum var, at Victor ruddaði upp í mentanararvinum og brendi hóp av bókum. Hann plagdi at taka til, at seinasta bókin sum fór í eldin var Holbergs Comet.

Eg skal vera tann fyrsti at viðganga, at eg skilji ikki til fulnar víðgongdu framferðina hjá mæta sjóvarskaldinum og Victor. Men eg ætli mær at vera tann seinasti at fella dóm yvir teirra avgerðir. Teir høvdu avgjørt verið førir fyri at svara fyri seg. Best dámar mær hugburðin hjá P. M. Dam, har tú velur umhugsni og virðing, heldur enn bráðar niðurstøður.

Ótespiligt tekstinnihald
Jóhan við Sjógv og Victor áttu hvørki fløgur ella MP3, ið man vera høvuðsandskelda hjá føroyska ungdóminum nú á døgum. Eg kenni ung her á landi ið hava ruddað upp í pørtum av sínari fløgugoymslu. Ein av orsøkunum er, at tekstinnihaldið kann vera av slíkum slag, at tað er ótespilig føði fyri sálina: Harðskapur, ótrúskapur, morð, neyðtøka, satanisma osfr. eru ikki óvanlig fyribrigdi í teksthøpi. Summar av hesum tekstum troysti eg mær heilt einfalt ikki at seta á prent her. Á heimasíðuni www.goodfight.org verður varpað ljós á vandan í hesi sálarføði.

Tað sum Jóhann við Sjógv og Victor beindu fyri, mundi vera harmleyst samanborið við nógv av tí eitri, ið føroyska ungdómssálin drekkur í seg í dag.

Sálarfrøðingar
Eg havi altíð havt virðing fyri Eyðuni Joensen. Henda virðing stavar heilt aftur frá 1963 tá eg fór í 1. flokk í Klakksvíkar skúla, og hevði Eyðun í rokning í eitt ár. Eyðun lærdi meg at skriva tølini og síðani hava tøl fylt nógv í mínum lívi. Frá mínum fyrsta skúlaári havi eg mong og bert góð minni frá Eyðuni.

Men eg standi eitt sindur spyrjandi tá EJ, í blaðsamrøðu við Sosialin, einvíst viðgerð evnið bólkatrýst og øsing í samband við trúarlív. Bólkatrýst og øsing kann sum kunnugt venda báðar vegir, men EJ dregur bert ta einu síðuna fram  nevniliga at fólk kunnu koma undir trýst av ávísari trúarrørslu.

Men man fulli sannleikin um bólkatrýst ikki vera tann, at fólk mangan hava ynskt at valt ávísa trúarleið, men at bólkatrýstið noyddi tey at vraka tað, ið tey innast inni ynsktu? Er hetta ikki eisini sálarligur harðskapur? Og man hetta slag av bólkatrýsti ikki vera meira vanligt enn tann fyrri?
Og tá vit nevna orðing øsing, man tað so ikki venda báðar vegir? Man øsingin móti trúarlívinum ikki mangan vera størri enn tann øsing, ið trúarlív verður lagt undir at skapa. EJ er merkiliga tigandi um hetta slag av sálarligum harðskapi.

Tá Eyðun óbeinleiðis leggur kjallarasamkomuna í Klakksvík undir at vera óskipaða einmanssamkomu, og samanber hetta við tey meiri skipaðu viðurskiftini í t.d. brøðrasamkomuni so er hetta ikki rætt. Brøðrarsamkoman hevur hesi 125 árini hon hevur virkað í Føroyum ikki havt nakað elstaráð. Onkur einstøk hevur kortini innanfyri seinastu árini fingið meiri skipaða leiðslu.

Getsemane hinvegin hevur eitt elstaráð. Hetta er ikki sagt fyri at viðmæla, ella finnast at ávísum leiðsuhátti, men fyri at staðfesta veruleikan.

Eg vóni at fakligu metingarnar hjá Eyðuni eru meira eftirfarandi enn slíkar faktuellar villur um føroyskt trúarlív.

At religiónin hann vera eitt vandamikið amboð og mangan hevur verið nýtt sum kontrollapparat hjá fólkum, ið hvørki kenna mørk ella vísa fyrilit, er eingin loyna. Alt sum menniskjað fæst við verður misnýtt.

Men at nýta slík dømi at gereralisera yvir ein bólk í Klakksvík er lítið sømiligt. Ímynda tær ein ungan norðing, sum við trúnni hevur fingið frið í sálina, er sloppin úr leinkjum sum hash og øðrum rúsevnum og velur av heilum huga at raðfesta onnur virði sum t.d. kjallaran. Um hann lesur um lemjandi dómin frá EJ, har morgunbønin verður skírd seanca osfr., kann norðingurin tá ikki av røttum sita eftir við tí fatan, at sálarrøktarin fremur sálarligan harðskap?

Det sunde sind
Norski professarin Tollak Sirnes var í mong ár ein av kendastu serfrøðingum í Noreg innan psykiatri, og skrivaði fleiri bøkur um evnið.
Í bókini Det sunde sind tekur hann soleiðis til:
Vi kan fastslå, at der ikke er ført beviser for, at en kristen påvirkning skulle indebære nogen fare for den sjælelige sundhed. En sådan påstand er ikke andet end en løs antagelse, men den bliver som regel fremsat med en så subjektiv overbevisning, at den synes at være en nødvendig livsløgn for dem, der har brug for at tro på den. Men når en sådan påstand bruges til påvirkning av den almindelige mening, må der råbes vagt i gevær.

Einki nýtt er undir sólini
Soleiðis tekur vísmaðurin Salomon til. Klakksvíkin, sum so mong onnur pláss her á landi, hevur gjøgnum árini upplivað eitt sindur av hvørjum  eisini av religiónsforfylging. Tá brøðrasamkoman doypti sínar fyrstu proselyttar undir nótaneystinum á Vánni í 1917 var ikki besta skilið. Kristina í Vátutoft, vanliga nevnd Stina varð doypt. Hetta gav afturljóð í bygdini. Søgurnar vóru nógvar og tann eina fjøðurin bleiv skjótt til ein høsnagarð.

Táttur varð yrktur vanliga nevndur Stinutátturin, og hann varð sungin um alla bygdina og javnan kvøddur í dansistovuni. Niðurlagið hevði tað ikki sørt blasfemiska innihaldið:
Det er fuldbragt, det er fuldbragt.
Einkið annað fekk Stina sagt.

Hvussu man Stina hava havt tað, í hesum sonevnda kristna landi, har trúarfrælsi skuldi eitast at vera grundlógartryggjaður rættur? Og troystar nakar sær at nevna orðið bólkatrýst ella øsing?

Hvat høvdu sálarfrøðingar fingið burturúr, um teir høvdu mentalkannað øru-Stinu. Ella hvussu hevði eitt innslag um Stinu í Degi og viku sæð út, eftir at hava verið ígjøgnum subjektivu kvørnina hjá Barbaru Samuelsen.

Men framgongd var kanska í tolsemi føroyinga um hetta mundið. 40 ár frammanundan varð fyrsti dópur av hesum slag framdur á Eystaruvág í Havn. Tá tveitti ein havnamaður ein haka eftir Sloan, men rakti ikki. Sloan var bókstaviliga í lívsvanda og flutti tá til Miðvágs í ½ ár.

Stina í Vátutoft var kortini ongantíð í lívsvanda, og lagnunar speisemi lagaði tað so, at 1/3 av íbúgvunum í landsins næststørstu kommunu hoyra í dag til ta samkomu, ið Stina var við til at leggja lunnar undir.

Eg loyvi mær kortini at ivast í, um religiónsforfylging í Føroyum hoyrir eini farnari tíð til. Atsóknirnar hava kanska latið seg í annan ham, men eru helst líka ómentaðar sum tær vóru fyri 100 árum síðani.