Námsvísindaligur granskingardagur

Árligi námsvísindaligi granskingardagurin á Fróðskaparsetri Føroya verður nú aftur hildin. Hann er læruríkur, ókeypis og øll eru vælkomin.

Fróðskaparsetur Føroya boðar frá at øll, sum hava áhuga í gransking í skúlaskapi og námsfrøði, áttu at sett kross í kalendaran 3. mai.

 

Tá bjóðar Námsvísindadeilin til alment og ókeypis tiltak í auluni á Frælsinum 20 í Havn, har júst gransking í skúlaskapi og námsfrøði verður sett á breddan.

 

Á skránni verða framløgur við úrslitum av kanningum og gransking, sum er gjørd á Námsvísindadeildini, og vónin er, at í minsta lagi eins mong koma at lurta og spyrja sum á granskingardegnum í fjør, tá fakfólk úr øllum viðkomandi geirum og onnur við áhuga møttu.

 

Skráin:

 

13.00-13.10:

 Vælkomin: Ingi Heinesen Højsted.

 

13.10-14.00:

Læring og trivnaður í skiftinum frá dagstovni í skúla og frítíðarskúla - hvat vísir nýggjasta altjóða granskingin?: Sonja Olsen.

Inkluderandi skúlaskapur úr sjónarhorninum hjá næmingum: Frida Poulsen.

Vaksandi happingartøl – hugleiðing og hugburður: Katrin av Kák

 

14.00-14.50:

Søgulig gongd í tónleikaútbúgving í Føroyum: Knút Háberg Eysturstein

Gransking í skúlaítrótti: Helgi Winther Olsen

Menning av skilvísari hugsan við GeoGebra: Ingi Heinesen Højsted


14.50-15.05 Kaffi og afturvið

 

15.05-16.00:

 

Tann tilvitaði borgarin - hugburðurin til lærugreinarnar og hugburðsávirkanin á læruúrtøkuna: Erla Olsen.

Research-based overview of Faroese policy on teaching Faroese as a second language in compulsory school and its significance for inclusion: Kalpana Vijayavarathan.

Árið, ið fór – stutt kunning um tey fimm granskingaravrikini í 2023: Hans Harryson.

 

Tiltakið er, sum nevnt, ókeypis, men neyðugt er við tilmelding.

Melda til her.