Natasja Hammer fer til íslendsku Stjørnuna

22 ára gamla Natasja Hammer flytir úr Kyndli til Stjørnuna í Íslandi

– Vit eru stolt av at kunngera, at Natasja Hammer hevur skrivað undir tvey ára sáttmála við hondbóltsdeildina hjá Stjørnuni.

Soleiðis skrivar íslendska hondbóltsfelagið Stjarnan, sum greiðir frá, at 22 ára gamla Natasja hevur skrivað sáttmála við felagið. Hon hevur verið í Íslandi áður, hon kom til Haukar í 2021 úr Kyndli í Føroyum og spældi við Haukum í Olísdeildini 2021-2023.

Eftir tíðina hjá Haukum spældi hon við Stíf (2023-2024) og Kyndli (2024-2025). Kappingarárið hjá Stíf var hon millum tær bestu í deildini í Føroyum, skrivar Stjarnan.

Natasja hevur spælt á øllum yngru landsliðunum hjá Føroyum og hevur spælt við A-landsliðnum.

– Eg eri sera fegin um at hava fingið Natasju við okkum hjá Stjørnuni. Hon er ein frálíkur íðkari, sum fer at styrkja lið okkara nógv, og hon hevur gott yvirblikk, sigur venjarin Patrekur Jóhannesson, tá sáttmálin var undirskrivaður.