Í kvøld leiktu Natasja Hammer og liðfelagarnir í Hauki seinnu fjórðingsfinaluna í endaspælinum í bestu íslendsku hondbóltsdeildini.
Haukar tóku móti Fram á Ásvøllum í Hafnarfirði í kvøld. Haukar vunnu dystin 31-30 aftaná longda leiktíð. Støðan aftaná vanliga leiktíð var javnleikur 28-28. Haukar vóru omaná í fyrra hálvleiki í vanligu leiktíðini, og vóru á odda 16-13 í steðginum.
Tað stóð á gomlum nøglum hjá Haukum, tí Perla Ruth Albertsdóttir hjá Fram javnaði til 28-28 við brotskasti í allarseinasta sekundi.
Tá fýra minuttir vóru eftir av longdu leiktíðini var støðan 30-28 til Haukar. Fram javnaði til 30-30 tá ein minuttir var eftir av leiktíðini. Elín Klara Þorkelsdóttir skoraði sigursmálið hjá Haukum við einum flottum undirhondsskoti tá fá sekund vóru eftir.
Elín Klara Þorkelsdóttir gjørdist toppskjútti hjá Haukum við 11 málum. Natasja gjørdist næstbesti málskjúttin hjá Haukum við fimm málum.
Haukar vunnu fyrru fjórðingsfinaluna á útivølli 26-20 (14-7), og vunnu sostatt FM-fjórðingsfinaluppgerðirnar 2-0.
Í hálvfinalunum verður talan um føroyingauppgerðir. Natasja og Haukar møta Ingibjørg Olsen og hennara liðfeløgum í ÍBV í hálvfinalunum.