Summarið er farið at halla, og heystið er nær. Skúlarnir eru byrjaðir aftur, og gerandisdagurin er nú vanligur aftur hjá mongum.
Nú nærkast eisini tíðin, tá menn fara at taka nátunga á báti.
Í dag skriva vit 19. august. Tað merkir, at tá hendan vikan fer at halla, byrjar nátatíðin.
Vanligt er at taka nátunga á sjónum, tá augustmánaði fer at halla, og onkuntíð hava menn gjørt góðar nátadagar longu 23. august.
Tað kann vera eitt sindur ymiskt frá ári til ár, nær nátungin lættir sær á og flýgur úr berginum.
Hetta veldst kanska um, nær fuglurin verpur, hvussu búningin hevur verið, og hvussu veðrið háttar sær seinnu dagarnar í august.
Lotar hann frískligt, kann ungin kenna, at nú ber til at lætta sær á. Aðrir verða sitandi longri í berginum, áðrenn teir flúgva úr reiðrinum.
Besta nátatíð er um mánaðarskiftið august/ september, og vanligt er, at taka náta á sjónum tað mesta av einari viku inn í september.
##med2##