Líradagur er 26. august, og tá var vanligt, at menn drógu líra á plássum, har líri er, og líri varð veiddur.
Tað er annars á lutfalsliga fáum støðum um landið, at nøkur serlig líraveiða er, og seinnu árini hevur henda veiða eisini verið avmarkað til ávíst tal av fugli.
Hinvegin er meira vanligt at veiða nátunga við glúpi á sjónum, tá ungin er flogin úr berginum.
Nátungi er vanliga so mikið feitur, at er hann komin á sjógvin, og tað er stilt í veðrinum, sleppur hann vanliga ikki á flog aftur beinanvegin.
Men, er lotið ov frískligt, tá fuglurin er komin á sjógvin, er skjótt, at ungin lættir sær á aftur og fer á flog. Tá gerst ikki nógv á báti.
##med2##
Í seinnu hálvu av vikuni, sum kemur og einari 10-14 dagar frameftir, skuldi verið góð nátatíð.
Tá kann roknast við, at fleiri bátar verða at síggja á sjónum, og at menn fara at standa í neystum og skúrum og fáast við fugl.