Kim Simonsen
????????????
Mentamaðurin Hanus Kamban, sum eg havi virðing fyri í øllum lutum, var í SvF herfyri og tosaði við Ivan Niclassen. Í hesi samrøðuni, ið bæði var góð og áhugaverd, kom Hanus inn á nógv viðurskifti. Hann tosaði um sekstiárini, um føroyskar bókmentir, um vandan við søguloysi og rákið til nalvaskoðan. Hann helt at Fólkaskúlin var ikki nóg góður, hvat er alt so rætt og satt. Eg eri so ótrúliga samdur við Hanus, nærum í øllum hann tók fram. Tá Ivan spurdi, um vit eru við at gerðast meiri global í dag, tók Hanus til, at tað eru við og kom so inn á bløðini í Føroyum í dag, har hann frøddist um, at tey vóru broytt og tí betri. Serliga var meiri tilfar um modernitet, men so vildi hann líka koma við einum ordans prikið, um at onkur av hesum sum skrivaðu um nationalismu taka feil, ja at ?tað var misskilt, at vit føroyingar eru nationalistar?, tí vit føroyingar eru ikki nationalistar, vit eru national uppá ein hóligan máta. Og tað er ein bjarging í okkara tíð, har nógv er við at fara í upploysing og vit hóma eitt komandi stríð. Hetta er okkara bjarging, at vit hava tað tjóðskaparliga, at vit eru fegin um málið og kunnu fara á Ólavssøku í búnað, ella ikki. Og at vit hava varðveitt eitt samband aftur í miðøldina. Verður tað tikið frá okkum, gerðast vit nationalistar, tí nationalisman sprettur úr samleika-loysið.
Eg eri helst hesin Hanus, sigur taka feil og sum hann sigur misskilja føroysku nationalismuna. Hanus setur hart móti hørðum, einki við at hann sigur, at hann er ósamdur, nei vit taka feil, og hann hevur rætt. Eg havi ikki góðan hug at svara aftur, men eg havi einki val, enn at svara Hanusi, tá hann so avbjóðandi finst at tí eg havi skrivað og útgivið.
Hetta er tó ein áhugaverd áskoðan haldi eg. Eg vil tí viðgerða og tulka hetta argument formelt.
1.Tey sum skriva um nationalismu taka feil, tí:
2.Flestir føroyingar eru ikki eru annað enn hóvligir nationalistar (í mun til nationalistar).
3.Hetta er okkara bjarging, at vit hava tað tjóðskaparliga, at vit eru fegin um málið (...) Og at vit hava varðveitt eitt samband aftur í miðøldina.
4.Verður tað tikið frá okkum, gerast vit nationalistar, tí nationalisman sprettur úr samleikaloysi.
1 Nationalisman hevur spælt høvuðsleiklutin tey seinastu tvey hundrað árini innan politik og samfelagsbroytingar. Ósemjurnar í Kashmir, Sri Lanka, Indonesia, Balkan, í Miðeystri og í øllum yngri tjóðum vísa, at nationalisman enn er ein høvuðsbyggisteinur í samfelagnum, tí kann gransking innan nationalismuna spæla ein leiklut og varpa ljós yvir tíðandi partar av føroysku nationalismuna, ikki minst hvussu vit kunnu granska og ikki granska hetta fyribrigdi. Tað er tað eg havi roynt at gjørt, einki annað.
Eg vil nú vísa, at argumentið hjá Hanusi frá ikki bert er skeivt, men kann vera vandamikið. Tað einasta, ið er rætt, er at nationalisman sprettur úr samleikaloysi, men tað gera aðrar samfelagsbroytingar, sum t.d. modernisman, sosialisman og humanisman eisini. Tá okkurt hvørvur, er ein tíð har tað er opið fyri broyting.
Her kann verða torført at síggja, hvat kom av hvørjum, hvat er egg og hvat er Hønan í hesum. Tað er kanska eisini líkamikið í hesum umfarinum, tí eg kann avvísa sjálvan bygnaðin í einum slíkum argu-mentið sum Hanus kemur við. Tað Hanus sigur, er ein feilslutningur, at ein (hólig) nationalisma bjargar okkum í dag frá at missa okkum sjálvi, tí fara vit at útskifta orðið nationalisma við t.d. at ein hólig rasisma, ein hólig kvinnukúðan, ein hólig xenofobi bjarga okkum frá rasismu, kvinnukúging og xenofobi ? tá byrjar man at síggja hvat er galið við slíkum argumentið. Ikki bert er hetta ein pástandur, at vit hava eina hóliga nationalismu, men at hon skal bjarga okkum (frá at gerast nationalistisk) er ein enn verri normativur pástandur enn hin fyrri. Problemið er, at niðurstøðan ikki kemur náttúrliga frá pástandinum, tí er logiski bygnaðurin skeivur allan vegin. Hanus kemur frá eini skeivari tulking (pástandi) til eina skeiva moralu, tí argumentið sum heild er skeivt.
Hanus tekur feil, tí:
1.Hann ger ein skeiva lýsing (at føroyingar ikki eru nationalistiskir) normativa (við at siga at hetta er gott)? her skuldi hann heldur opnað kjakið og komi við eini hypotesu, sum hann deduktivt eftirroyndi og sammetti við ástøði innan nationalismu.
2.Hann ger hetta m.a. við at skilja millum ?hóliga? nationalismu og ikki hóvliga, ið er nakað nationalistarnir sjálvir eru komnir við, fyri at legitimera nationalismuna. Her er hann offur fyri slagorðum, klisjeum og óundirbygdum kenslum.
3.Hann vil varðveita ein kontinuitet við at bjarga okkara (hóligu) nationalismu frá nationalismuni (!), ið er ein feil-tulking og misbrúk av orðinum ?nationalisma?, ið ikki bert finst innan meiri víðgongdar bólkar í heiminum, m.a. tey sum berjast fyri loysing, hon finst rundan um okkum í okkum og hevur meiri at siga enn vit vita av og vilja vita av. Tá vit siga, at nationalisman er nakað ?hini? hava at stríðast við, gerðast vit eisini blind fyri at nationalisman er nakað ?vit? eisini liva við.
4.Tað er eingin samanhangur millum ein miss av tí týdninginum, ið nationala mentanin hevur haft og at vit so fara at gerst nationalistar, hví ikki nudistar, satanistar ella adventistar kundi man spurt?
Hugtakið ?banal nationalisma? vísir á, at nationalisman er partur av ideologiskum vanunum og av mátanum við endurskapa søguna um tjóðina hvønn dag. Nationalisman er tí eisini eitt baksýni, ið av-markar politiskt kjak, mentan, entá bløð eru ritstjórna eftir hesum prinsippum, ið tí hvønn dag minna fólk um tjóðina og teirra støði sum eitt fólk í eini tjóð millum aðrar í einum heimi av tjóðum. Nationalisman skal ikki mátast um onkur flaggar ella ikki, men við at fløgg hanga á t.d. almennum bygningum uttan at vit hugsa um tað ella síggja hetta.
2 Eg hevði viljað, at fólk í Føroyum, Hanus eisini, lósu modernaðar bøkur um nationalismu. Eg vil vísa á verk sum tað hjá Anthony D. Smith "Nationalism and Modernism", sum í dag stendur undir liðini á verkum sum "Nations and Nationalism" hjá Ernest Gellner, "Imagined Comunities -Reflections on the Origin and Spread of Nationalism" hjá Benedict Anderson og "Nations and Nationalism since 1780" hjá Eric Hobsbawm og "The Invention of Tradition eftir Hobsbawm og Terence Ranger. Hesir eru teir kendastu granskararnir innan hetta øki, men eisini er vert lesa frálíkar granskarar sum Elie Kedurie, Tom Nairn, Thomas Hylland Eriksen, Miroslav Hroch, Aira Kemilainen, Michael Billig, Homi Bhabha, Frederic Barth. Gjørligt er eisini at lesa søguligar viðgerðir av nationalismuhugtakinum og søguligar høvundar innan øki sum Ernest Renan, Max Weber, Hans Kohn, Carlton Hayes v.fl. Stóran týdning hava eisini nationalpopulistar sum hin týski Johann Gottfried Herder, russisk Joseph Stalin v.fl. Eitt gott stað at byrja er bókin "Nationalisme - Teori, ideologi, historie" hjá Smith útkom í 2003 og er týdd úr enskum. Hetta er ein almenn kjakbók og lærubók, ið viðgerð tyðandi hugtøk, hugmyndafrøði, para-digmur, ástøði, um tjóðir, søgufrøði, politik, mentan og um nationalismuna í dag í einum meiri globalum heimi.
Argumentið ljóðar sum eitt gott argument, og tey fólk ið halda fast um hesa leið eru mangan skilagóð, men eg eri ósamdur í hesum argumenti, og nærum hvørjari einstakari premiss, tí hesi sonevndu ?saman-brot? eru bert hetta, at samfelagið er í broyting.
Hanus ein føroyskur Pittelkow
Hetta Hanus sigur er stórt sæð tað sama sum javnaðarmaðurin Ralf Pittelkow sigur í bókini ?Forsvar for nationalstaten?, ið argumentarar fyri at vælferðasamfelagið er hótt av globaliseringini, tí er neyðugt at varðveita megina, ið kann fáa okkum at halda saman, ið hann so bæði peikar á kann vera nationalisman (nationalfølelse) og globalisering. Tá bókin útkom kom ein kritikari á Information fram til hesa áhugaverdu tesu:
?Pittelkows præmisser er interessante: Hans påpegning af oplysningstankens krise, elitens forsvindende legitimitet, globaliseringens grænser og den abstrakte planlægnings potentielle vold. Men hans udvikling af præmisserne forfalder til ureflekteret animositet over sine mange modstanderne, som han hverken nævner ved navn eller citerer eller diskuterer indgående med. Han møder dem kun i sin egen fordom om deres karikerede positioner. Og det er ganske påfaldende både for en aktuel tendens og for Pittelkows bog, at det der skulle være en beskrivelse af bevægelser i befolkn-ingen udvikler sig til en forestilling om, at sådan bør det være. Det deskriptive bliver normativt. Sådan som folket har det og forstår sig selv, sådan skal det også være. Den intellektuelle er i denne prak-sis reduceret til kvalificer-ende talerør for folkets fornemmelser. Her er intet bud på nye mulighed eller alternative udviklingsretninger. Eller nye visioner. Som sådan er bogen symptomatisk for en demokratisk krise, som viser sig ved sin modvilje til at mobilisere og bryde holdninger. Som viser ved sin manglende evne til at afsøge og afdække nye problemstillinger og udfordre den politiske konsensus. Og netop ved sin manglede evne til at forholde sig til den demokratiske krise bliver Pittelkows bog uambitiøs og intellektuelt triviel, men samtidig så meget desto mere symptomatisk for krisens omfang. Den bliver til et fattigt og falleret forsvar for Pittelkow selv som befolkningens sande talsmand. Som en der ikke anerkender sandheder og indsigter, som er væsentligere end befolkningens fornemmelser afspejlet i meningsmålinger.?
Tað er her gjørligt at seta Hanus inn í staði fyri Pittelkow og okkum sum hava skrivað kritiskt um nationalismuna inn sum ? modstanderne, som han hverken nævner ved navn eller citerer eller diskuterer indgående med. Han møder dem kun i sin egen fordom om deres karikerede positioner.?
Men hví vilja skilafólk sum Pittelkow og Hanus nú tosa um tjóðskaparkenslur ella ?nationalfølelse? og re-traditionalisera, ella endurskapa mistar siðir sum eina loysn uppá okkara mentanarligu kreppu. Her tykist tankin vera, at vit ikki sjálvi kunnu finnað málið fyri hvønn vegin mentan okkara skal mennast, so skulu vit finnað svarið í fortíðini. Hetta fær tey at herja á gamlar dogmur, so sum tær politisku hugmyndafrøð-irnar, hin kristna moralin, søguliga felagsskapin, kvæði og fólkadans o.s.fr., fyri at endurvinna mentanini tess støðufesti og mistu tign. Henda leið er sjálvandi konservativ, men ovurhonds virkin í nógvum londum og ikki minst í Føroyum í dag. Sjálv tjóðskaparrørslan hevur hesa leið í síni sál.
Í Danmark er eitt spennandi kjak um tað sama sum Hanus her tekur upp. Marianne Stidsen, ið er lektari á Nordisk í Keypmannahavn tók herfyri til í Politiken:
»Mange reagerer med angst over for udviklingen. De føler, de i globaliseringen mister deres identitet, deres ståsted. Og så trækk-er de sig helt tilbage og ønsker sig helt tilbage til førmoderniteten. En slags hjemstavnsnostalgi. Her mener jeg, at det moderne gennembruds tradition kan tilbyde en anden slags idenititet«
Tjóðarbygging?
Hanus sum hevur skriva um brandesianismu og modernaða frambrotið, dugir ikki at síggja, at eg eisini ein tjóðarbyggjari uppá ein annan máta, í og við at eg vil modernisera kjak, søguskriving og málpolitikk. At vilja geva fólkunum tól, vitan og førleika at møta modernitetinum við øðrum enn føroyskum dansi, Føroya floru og flaggdagsskrólið. Eg eri hin fyrsti sum sigur hetta, meðan nationalistar hava alt ov leingi sitið á øllum, frá málinum, søguni, samleikatosinum og samleikapolitikkinum og hava umsitið hetta illa. Tað eg sigi er eingin hóttan, tað er nationalisman ið er skomm alt árið. Eg haldi enn, at nationalisman er ein barnasjúka, ið etur fólk upp og ger tey forelskaði í egnum afturparti. Vit eru nógv, ið eru mentaði uttan at vera national (t.d. fyri loysing, men anti-nationalistisk), ið eru farin at troyta aðrar leiðir enn ta nationalu, tí hon kann valla brukast í dag í einum globaliseraðum heimi, har vandamálini og møguleikar eru uttan mark, har nationalstaturin bert er ein síða av veruleikanum.
Í 20. øld. síggi eg hóp-gravir, dráp, týning, deyða, sorg og at øll øldin hevur verið eitt stórt morð. Eg síggi mannavonda hugmyndafrøði, sum t.d. nationalismu, fasismu, kommunismu, ið hava kappast um at leiða fólk í óførið, tað sum hevur haft tað torført er modernisma og frælsisleitt kulturradikalisma og eksistentialisma, serliga í Føroyum. Modernisman og eksistentialisman eru individ-perspektiv og hava sum upplýsingartíðin torført við at góðtaka nationalismuna (sum er eitt bólkafænomen) sum eitt galdandi argument fyri nakað sum helst. Hanus hevur ov lítið álit á modernitetinum og globaliseringini, at hann soleiðis noyðist at brúka national-ismuna fyri at varðveita eina samanhangandi heild og eitt samband við mið-øldina. Ì mun til Hanus trúgvi eg ikki, at national-isman er mátin man kann gerða hetta . Eg kundi víst, at tá hann og Pittelkow bert vilja tosa um tað sum er gott við hóligu nationalismuni, kvælir teir gransking, atfinningar, intellektuell perspektivir, ið ikki eru deskriptiv ella normativ sum teirra. Í seinasta enda dugir hann ikki at síggja, at eitt lýsandi argument brúkt normativt er skeivt.
Eg vil at enda ynskja Hanusi tillukku við stóru virðislønini og siga, at tað gleddi meg at hoyra at hann fekk hesa.