Nationalistisk sjálvironi

Eitt fantastiska frekt stunt var toppurin, tá Jákup Veyhe og Sjúrður Skaale fríggjakvøldið staðfestu, at teir eru Føroya stuttligastu menn

Teir duga framvegis at vera stuttligir. Og teir duga framvegis at provokera, tí onkur hevur uttan iva fingið ilt í reyvina av, at Føroyra fremstu skemtarar, fingu túsundtals føroyingar at veittra við Dannebrog, meðan tey ýldu, at Danmark er eitt deiligt land.

Hugskotið er herligt og myndin av Kirkjubøi hesa løtuna talar fyri seg. Dannebrog all over the place og í bakgrundini Múrurin, sum hesa løtuna sá rættiliga malplaseraður út.

Frekt av teimum, men upp á tann feita mátan, tí at halda Kirkjubø – ímyndin upp á føroyskan samleika – fyri gjøldur á henda hátt, er sjálvironi so tað baskar!

Menn sum Niels Arge Galan, forsangari í 200, og Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldi, høvdu eisini Dannebrog á lofti hesa løtuna, og tóktust at vera á einum máli um, at Danmark er eitt deiligt land.


Frá Dannebrog til Kára Cool

Skiftið frá hesum sangi til næsta var upplagt, men riggaði somuleiðis ótrúliga væl. Sjálvandi skuldi Kári Cool taka yvir eftir teir báðar sjálvfeitu danirnar, sum ikki kunnu fáa nokk av sær sjálvum og sínum vakra landi. Kári. Ímyndin upp á bygdasliga mandschauvinistin, fekk so ruddiliga bukað alt, sum minti um reytt og hvítt langt upp um Múrin og úr Kirkjubø.

Ein herligur yvirgangur, sum veruliga fekk fólk upp at kóka. Hjá onkrum gjørdist nærum talan um ovfarakæti, tá hesi festu eld í donsku pappírsfløggini, fyri at fagna mandschauvinistiska nationalistinum.


Tøkk til tónleikararnar

Annars var showið hjá Pipar & Salt sum vit kundu vænta. Esmar Eysturoy, Símun Tindfjall, damurnar úr Klaksvík og Suðuroy, Melvis Stardust og allir hinir loystu hvønn annan av, og Sjúrður Skaale og Jákup Veyhe eiga stórt rós uppiborið fyri at fáa so nógvar figurar á pall, uttan at stórvegis steðgur kom í framførsluna.

Somuleiðis eiga tónleikararnir og kórið eisini at verða róstir, tí hesir stuðlaðu ótrúliga væl uppundir og eiga stóran part av æruni av, at tað heila hepnaðist so væl.