Nations League: Føroyar leiktu javnt móti Moldova

Føroyska kvinnulandsliðið hevði væl fleiri málmøguleikar enn Moldova

 

 

Mynd: Moldoviska fótbóltssambandið

Eftir málmøguleikunum átti føroyska kvinnulandsliðið at vunnið dystin í Nations League móti Moldova í Chisinau, men tíverri tóku okkara ikki av.

 

Dysturin í bólki 1 í Nations League deild C endaði við javnleiki 1-1, og tað kunnu tær hjá Moldova avgjørt vera meira nøgdar við. Ásla Johannesen legði Føroyar á odda 1-0 í 24. minutti aftaná upplegg frá Biritu Ryan. 13 minuttir seinni javnaði Moldova til 1-1. Ásla, og ikki minst Heidi Sevdal høvdu møguleikar til at leggja Føroyar á odda, men tær tóku tíverri ikki av. Okkara høvdu seks royndir á málið hjá Moldova, meðan Moldova bert hevði eina roynd á málið hjá Føroyum.

 

Javnleikurin tryggjar Føroyum annað plássið í bólki 1, men samstundis má staðfestast, at tað verður rættiliga torført hjá Føroyum at enda millum tveir teir bestu tveyararnar av seks møguligum.

 

Tveyara-roknskapurin telur stigini frá nummar eitt og trý í bólkinum, og har hava Føroyar fýra stig, meðan Kosovo og Kýpros hava seks stig hvør.

 

Slovakia vann í kvøld 11-0 (5-0) á Gibraltar í Presov, og hava tær slovakisku sostatt vunnið bólk 1.

 

Slovakia hevur 15 stig, Føroyar hava 10 stig, Moldova hevur fýra stig, og Gibraltar er aftast við ongum stigi. 

 

Týskvøldið klokkan 18 spæla Føroyar móti Slovakia. Skulu Føroyar enda millum tveir teir bestu tveyararnar, so mugu okkara vinna á Slovakia. Tað verður ein torfør uppgáva móti Slovakia, ið hevur skotið 25 mál higartil í kappingini. 21. februar vann Slovakia á heimavølli 3-0 á Føroyum. 

 

Moldova-Føroyar 1-1 (1-1)

 

0-1 Ásla Johannesen (24.)

 

1-1 Iuliana Colnic (37.)

 

Byrjanaruppstillingin: Óluva Joensen - Birita Ryan, Durita Hummeland, Tórunn Højgaard Joensen og Julia Naomi Mortensen (Anna Brændstrup 88.) - Sunniva Willemoes (Sólja Ernstdóttir 60.), Ásla Johannesen, Sanna Svarvadal (Brá Zakariasardóttir 82.), Jensa Tórolvsdóttir (Fridrikka Klementsen 60.) og Sara Samson Lamhauge - Heidi Sevdal (Jancy Mohr 87.).

 

 

 

 

 

 

Mynd: Moldoviska fótbóltssambandið