Fleiri tjóðir ella bólkar kunnu standa aftanfyri

- Eg vil ikki pástanda, at talan er um herverk, men tað er ógvuliga ósannlíkt, at tríggir lekar koma á gassleiðingina samstundis, sigur Nato-granskari.

- Fleiri tjóðir ella bólkar kunnu standa aftan fyri herverkið móti gassleiðingunum, Nord Stream 1 og Nord Stream 2, sum leka í Norðsjónum.

 

Tað sigur Arnold Dupuy, sum er leiðari í einum granskingarbólki í Nato, ið hevur eyguni eftir sonevndum hybrid-hóttanum móti orkuveitingum.

 

- Talan kann vera um bólkar, sum eru ímóti Kreml, kanska úr Ukraina ella øðrum londum. Talan kann eisini vera um prorussiskar aktivistar, sigur hann.

 

Arnold Dupuy sigur, at hann vil ikki pástanda, at talan er um herverk.

 

Kortini heldur hann tað vera ógvuliga ósannlíkt, at tríggir lekar koma á gassleiðingina samstundis.

 

- Hetta sær út til at vera ein tilætlað roynd at sabotera gassleiðingina, sigur hann við svensku tíðindastovuna, SVT.

 

##med2##

 

 

 

Arnold Dupuy er leiðari í einum granskingarbólki í Nato.