Í setanarrøðu síni á NATO-toppfundinum í Bukarest í morgun bað amerikanski forsetin, George W. Bush, hini londini senda fleiri hermenn til Afghanistan Bush segði, at NATO hevur ikki ráð at tapa bardagan ímóti Taleban og al-Qaeda í Afghanistan. Spurningurin um at senda fleiri hermenn til Afghanistan er eitt av høvuðsmálunum á fundinum í Bukarest.
Eitt annað mál er spurningurin um at taka Ukarina og Georgia upp í samgonguna. USA tekur undir við hugskotinum, men Týskland og Frakland ivast, tí tey bera ótta fyri, at tað er at ganga russiskum áhugamálum ov nær.
Russiska stjórnin hevur mótmælt, at Ukraina og Georgia fáa limaskap í NATO. Russiska uttanríkisráðið hevur ávarað um, at tað kann fáa álvarssamar avleiðingar fyri trygdina í Evropa.