info
Ongi úrslit

Náttarlívið lurtar ikki eftir løgmanni – biðja um koronupass

11 skeinkistøð í Havn og tvey í Klaksvík fara at hava opið sum vant um vikuskiftið, hóast tilmæli frá løgmanni um at steingja. Men treytin fyri at sleppa inn er at vísa koronupass

Eirikur Lindenskov
4. november 2021 kl. 20:39

Felagið fyri matstovur, barrir og náttklubbar hevur gjørt av at skeinkistøðini fara at hava opið sum vant, hóast tilmæli um at steingja.

– Vit fylgja heilsufakligu tilmælunum frá farsóttarnevndini um at vísa koronupass ella negativa test, sum kann viðvirka til eitt meira opið samfelag, sigur felagið.

– Landsstýrið hevur tikið eina politiska avgerð um ikki at brúka koronupass sum eitt generelt amboð at avmarka smittuvandan í samfelagnum, men hevur heldur sett strangari tiltøk í verk, sigur felagið, sum vísir á, at strongu tiltøkini hjá landsstýrinum raka fleiri vinnur meint – eitt nú mentanarlívið, undirhaldsvinnuna og náttarlívið – men kortini eru ongar ábendingar um, at landsstýrið vil veita nakra munagóða fíggjarliga hjálp til hesa vinnur.

Tilmælini hjá landsstýrinum raka náttarlívið sera meint, tí vinnan missir stóran part av sínum inntøkum, og í longdini verður virksemið hótt.

Tí fer náttarlívið nú at innføra skipan, har fólk vísa koronupass ella negativa test fyri at sleppa inn á støðini um kvøldarnar.

Eitt koronupass vísir, at tú ert koppsettur ímóti covid-19, at tú hevur eina negativa koronutest, sum ikki er eldri enn 72 tímar, ella at tú hevur havt koronusmittuna.

Koronupassið kann takast niður á https://corona.fo/

Hesi skeinkistøð fara at hava opið sum vant:

Í Havn:

  1. Basecamp
  2. Bassalt
  3. Essabarr
  4. Glitnir
  5. Irish Pub
  6. Landskrona
  7. Loca
  8. Luux
  9. Sirkus
  10. Taboo
  11. Tórshøll

 

Í Klaksvík:

  1. Roykstovan
  2. Pike

Mest lisið hesa vikuna

Tað gongur væl hjá Ragnari Joensen í Kina

24. oktober kl. 21:15

Heðin Morten­sen vís­ir tato­ver­ing­arnar

24. oktober kl. 15:02

Løgreglan eftirlýsir mann í Havn

5 tímar síðan

Ein stormskaði fráboðaður

25. oktober kl. 09:07

Løgreglan sóknast eftir vitnum til herverk í Leirvík

24. oktober kl. 10:22

Sanna Dahl tekur við eftir Jógvan Arge

26. oktober kl. 20:45

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Pedro Sánchez vil hava svar eftir vanlukkuna

19 minuttir síðan
Lesarabrøv

Ynskja vit at útbúgva læknar til føroyska heilsuverkið?

35 minuttir síðan
Tíðindi

Vestmanna fær nýggjan sløkkibil

1 tími síðan
Tíðindi

Børn í Skopun stuðla Reyða Krossi

1 tími síðan
Tíðindi

Funnu spreingiknøtt á ruskplássinum í Moss

2 tímar síðan
Tíðindi

Fólk úr 87 ym­isk­um lond­um ferð­að­ust við SSL í summar

2 tímar síðan
Tíðindi

Arbeiðið at útbyggja og dagføra bátahylin verður gjørt stigvíst

2 tímar síðan
Tíðindi

Samskip selt til spanskt skipafelag

3 tímar síðan
Lesarabrøv

Vandi fyri at Norðurlond missa Grønland og Føroyar

3 tímar síðan
Tíðindi

Spanska kongshúsið avlýsir veitsludøgurða

3 tímar síðan
Tíðindi

Privata eftir­lønar­upp­spar­ingin var 15,9 mia. kr. í 2025

3 tímar síðan
Tíðindi

Eftirlýstir maðurin funnin í øllum góðum

4 tímar síðan