Tað eru nógvir nýggir tónar at hoyra í Tórshavnar býráð, har býráðslimir hava skift pláss, nú nýggj samgonga er skipað.
Á býráðsfundi í gjár var málið um nýtt røktarheim og við røktaríbúðum á skránni, tí at Kári Johansen úr Kommunulistanum og Birgir Nielsen úr Fólkaflokkinum, báðir nevndarlimir í byggi- og býarskipanarnevnini, høvdu biðið um at fáa málið fyri býráðið aftur, tí teir vildu hava eina náttúru- og umhvørviskanning av økinum, sum ætlanin er at byggja røktarheimið og røktaríbúðirnar á.
Staðsetingin er á Stórubrekku í dalinum langa í Hoyvík, sum er økið millum vunnuøkið við Vegin lagna og íbúðarøkið vestan fyri Karlamagnusarbreyt.
Málið er komið langt. Byggiloyvi varð útskrivað í juni, høvuðsprosjektið er bjóðað út, og tilboðini verða latin upp í dag. Tá ið sáttmáli er gjørdur við vinnandi arbeiðstakaran, er klárt at fara undir at byggja røktarheimið á Stórubrekku.
Sum tað sæst í málstilfarinum, so metir umsitingin, at tilgongdin í sambandi við ætlaðu byggingina á Stórubrekku hevur fylgt øllum teimum mannagongdum og krøvum, sum verða sett til slíkar byggingar, herundir kanningar, sum eru gjørdar av landslagnum í økinum, jarðfrøðiligar kanningar, boriroyndir og annað.
Men tað halda Tróndur Sigurðsson, Kári Johansen og Annfinn Brekkstein ikki. Drúgvt orðaskifti var um málið á býráðsfundinum, har teir tríggir staðiliga mæltu til, at bíðað varð við støðutakan til at byggja á Stórubrekku, til nærri umhvørvisárinskanningar vóru gjørdar. Tróndur Sigurðsson mælti til at finna aðra staðseting, sum kundi verið í Marknagili ella við Stórutjørn.
Í orðaskiftinum, sum var ikki sørt merkt av briksli millum partarnar, hildu teir fyri, at tað var løgið, at júst Elsa Berg vildi fremja hesa verkætlanina uttan at gera neyðuga árinskanningarnar – hon sum hevur verið so atfinningarsom ímóti øllum slíkum í farna valskeiði. Men hinvegin vísti Elsa Berg á tað, sum umsitingin sigur, at neyðugar kanningar eru gjørdar og spurdi, hvørjar ítøkiligar kanningar, teir hildu, skuldu gerast afturat og segði seg vilja virka fyri tí.
Kári Johansen vísti á stríðið um kirkjubygging á Argjum. Hann segði, at á Argjum var talan um at byggja á einum gomlum ruskplássi, men at hetta var nakað heilt annað uppi í Hoyvík, har tað náttúran, sum stendur upp á spæl og vísti á, at hann hevði tosað við ein plantufrøðing, sum hevur sagt honum, at har eru fleiri hótt plantusløg, og hann helt tað vera spell, um vøkstur, ríkt djóralív og hótt plantusløg fara fyri skeytið.
Hetta vil hann hava kannað.
Tróndur Sigurðsson mælti til, at um ikki annað at Tjóðsavnið bleiv spurt til ráðs.
– Hetta er fullkomiliga 'henn í veðrið'. Tey tjøldrini, sum ikki koma aftur, tey fara onkra aðrastaðni, men tey misti Hoyvík so eisini, staðfesti hann.
– Eg taki bara fyri góða vøru, at Elsa Berg tekur undir við at gera árinskanning – kann man vera ímóti tí, spurdi hann.
Málið endaði við, at Tróndur Sigurðsson og Kári Johansen løgdu fram broytingaruppskot um at gera umhvørvisárinsmeting í økinum, áðrenn arbeiðið at byggja røktarheim í Stórubrekku fer í gongd.
Atkvøtt varð um broytingaruppskotið, ið fall við fimm atkvøðum fyri, sjey atkvøðum ímóti og einari blankari atkvøðu.
Fyri atkvøddu: Tróndur Sigurðsson, Kári Johansen, Birgir Nielsen, Høgni Vilhelmsen og Annfinn Brekkstein.
Ímóti atkvøddu: Elsa Berg, Heðin Mortensen, Heidi Lava Elgeirsdóttir, Annita á Fríðriksmørk, Anja Weyhe, Bergur Robert Dam Jensen og Kristianna Winther Poulsen.
Blankt atkvøddi: Guttormur í Skála.
Síðani varð atkvøtt um tilmælið frá meirilutanum í byggi- og býarskipanarnevndini, ið varð samtykt við átta atkvøðum fyri, trimum atkvøðum ímóti og tveimum blonkum atkvøðum.
Fyri atkvøddu: Elsa Berg, Heðin Mortensen, Heidi Lava Elgeirsdóttir, Annita á Fríðriksmørk, Anja Weyhe, Bergur Robert Dam Jensen, Kristianna Winther Poulsen og Guttormur í Skála.
Ímóti atkvøddu: Tróndur Sigurðsson, Kári Johansen og Annfinn Brekkstein.
Blankt atkvøddu: Birgir Nielsen og Høgni Vilhelmsen.