- Vit fara inn í framtíðina við positivum huglagi og fleiri spennandi verkætlanum, hóast óvissuna, ið hevur verið seinastu árini - og nú í tí spentu støðuni, sum er millum Russland og Ukraina.

Navigare keypir tvey skip úr Írlandi

Við keypinum ger Navigare sína størstu íløgu í søgu felagsins.

 

- Vit fara inn í framtíðina við positivum huglagi og fleiri spennandi verkætlanum, hóast óvissuna, ið hevur verið seinastu árini - og nú í tí spentu støðuni, sum er millum Russland og Ukraina.

Í tíðindaskrivi í morgun boðar Navigare frá, at felagið keypir tvey skip frá Arklow Shipping í Írlandi.

 

Talið á skipum hjá felagnum veksur soleiðis úr 11 upp í 13, nú Hav Brim og Hav Sund koma í flotan aftrat, ávikavist í apríl og juni í ár.

 

Skipini eru bygd í 2008 og koma at lasta 4600 tons. 

 

Við hesum keypi ger Navigare samstundis sína størstu íløgu í søgu felagsins. Felagið sigur, at avgerðin er strategisk og er ein liður í at endurnýggja flotan tey komandi árini. 

 

- Vit fara inn í framtíðina við positivum huglagi og fleiri spennandi verkætlanum, hóast óvissuna, ið hevur verið seinastu árini - og nú í tí spentu støðuni, sum er millum Russland og Ukraina, sigur felagið.

 

Um skipini, sum Navigare nú hevur keypt aftrat, verður sagt, at tey eru 89, 95 metrar long og 14, 4 metrar breið. BT er 2998 tons, og motororkan er 1800kW.

 

- Vit fara inn í framtíðina við positivum huglagi og fleiri spennandi verkætlanum, hóast óvissuna, ið hevur verið seinastu árini - og nú í tí spentu støðuni, sum er millum Russland og Ukraina.