Navigatørar
Sjálvt um nøkur fiskiskip eru farin á húsagang, og onnur eru løgd, tí raksturin ikki fekst at hanga saman við høgum oljuprísum, er ikki líkt til, at nógvir navigatørar ganga hond í lumma.
Eyðstein Djurhuus, formaður í Føroya Skipara-og Navigatørfelag (FSN), sigur, at tølini yvir limagjøld hjá limum hansara í ár eru minni enn árið fyri, men tey als ikki minkaði so nógv, sum inntøkurnar hjá fiskiflotanum eru minkaðar.
- Limatalið hjá okkum er lítið broytt, men vit hava eina minking í limagjøldum í ár upp á eini 5%, samstundis sum sagt verður, at inntøkurnar hjá fiskiflotanum sum heild eru minkaðar eini 20%, sigur hann.
Fleiri uttanlands
FSN hevur eisini staðfest, at meðan inntøkurnar frá limagjøldum í fiskiflotanum minka, eru limagjøldini frá limum, sum sigla undir føroyskum flaggi í frálanda-og farmaskipavinnu veksandi.
- Tað, at vit ikki hava merkt nakað serligt til, at navigatørar eru arbeiðsleysir, samstundis sum inntøkurnar úr uttanlandssigling veksa, merkir, at navigatørar eru rímiliga mobilir – eisini í tíðum sum hesum, nú tað sansar at í einum parti av flotanum.
Eyðstein sigur, at FSN bert fær limagjald frá navigatørum, sum sigla undir føroyskum flaggi – og ikki teimum, sum eru búsitandi í Føroyum, men sigla undir fremmandum flaggi.
- Líkt er tí ikki til, at navigatørar, sum gerast arbeiðsleysir, steðga leingi á. Hesir eins og onnur hava brúk fyri at hava eina fasta inntøku, og tíðin at bíða eftir skipinum, sum er farið undir hamaran, kann gerast ov long – og óviss. Tí leita teir sær hýru í frálanda-og farmaskipavinnuni, sigur hann.
Vil hjálpa
Fleiri av navigatørunum, sum fara av landinum og í onnur lond at sigla undir fremmandum flaggi, hava áður verið limir í Føroya Skipara-og Navigatørfelag. Men tá hesir ikki sigla undir føroyskum flaggi longur, er tað heldur ikki FSN, sum hevur sáttmála fyri teir.
- Vit mæla teimum tá til at gerast limir í felag í landinum, har skipini hoyra heima.
Eyðstein sigur, at tað eru eisini fólk, sum soleiðis sigla undir hentleikaflaggi, og tá kunnu umstøðurnar í onkrum føri vera ivingarsamar.
- Vit ætla okkum undir eitt átak, har vit fara at bjóða okkum at umboða navigatørar, sum sigla undir fremmandum flaggi og hava bústað í Føroyum, sigur hann.
600 limir
Føroya Skipara-og Navigatørfelag hevur umleið 600 virknar limir og umleið sama tal av hvílandi limum.
- Hvílandi limir eru ofta fólk, sum hava verið aktivir limir hjá okkum, men sum eru farnir aðrar vegir at sigla ella í onnur størv. Hetta kunnu eisini vera pensjóneraðir limir, sigur Eyðstein Djurhuus.
Nakrir fáir limir hjá FSN eru ikki-siglandi fólk. Hetta eru eitt nú havnameistarar, sum eru einir 12 í tali.
Havnameistarar kunnu nevniliga velja, um teir vilja vera limir í Starvsmannafelagum ella í Føroya Skipara-og Navigatørfelag.