Aðalfundur
Í gjár hevði Føroya Fiskimannafelag landsfund, og í dag er tað Føroya Skipara-og Navigatørfelag (FSN), sum heldur sín aðalfund í Norðurlandahúsinum.
Formaður í FSN er Eyðstein Djurhuus, og áðrenn frágreiðingin frá virki felagsins verður løgd fram, hevur nevndin í felagnum viðgjørt frágreiðingina og stendur soleiðis aftanfyri tað, ið sagt verður.
- Vit nýta hetta høvi til at bera fram okkara hugsan um ymisk mál, sum hava ávirkan á viðurskifti hjá limum okkara. Limir og onnur venda sær regluliga til okkara við ymiskum málum og fyrispurningum, og felagið leggur stóran dent á at veita eina munadygga tænastu til limirnar, sigur formaðurin, sum dagliga starvast á skrivstovuni sama við skrivara felagsins, Áshild Joensen.
Eitt, sum FSN leggur stóra orku í, er at gera viðmerkingar til øll lógaruppskot og kunngerðir, sum viðvíkja áhugamálum hjá felagnum.
- Hetta er okkara demokratiski rættur til veruliga ávirkan í einum vælvirkandi samfelag. FSN hevur eisini umboðan í fleiri alment settum nevndum og ráðum. Nógv arbeiðsorka fer til slíkt, og nevnast skal, at ongin samsýning verður latin fyri hetta arbeiðið.
Eyðstein segði á fundinum, sum byrjaði klokkan 11 í morgun, at tvingsilssølur og útistandandi hýra, hava givið felagnum nógv eyka arbeiði hetta árið.
- Vit hava lagt hýru út fyri limir, og felagið hevur tryggjað sær peningin við sjópanti í skipunum, legði hann aftrat.
Carlton-málið
Formaðurin vísti á, at tíðliga í ár tók ósemja seg upp millum Fiskimannafelagið og reiðaríið hjá ídnaðarskipinum Carlton.
- FSN og Maskinmeistarafelagið høvdu onga ósemju fyri sínar limir. Mynstringarbann varð lýst og eftir einar tvær vikur frætti felagið, at arbeitt varð við at fáa skipið aftur til fiskiskap, hóast lýsta mynstringarbannið hjá FF.
Eyðstein segði, at FSN beinanvegin setti seg í samband við ein royndan løgfrøðing um at fáa eina útgreining av, hvat galdandi er í einum føri sum hesum.
Hann segði, at møgulig samhugatiltøk vórðu umrødd, men ein avleiðing av slíkum tiltøkum kundi lættliga føra til, at FSN kom undir endurgjaldsábyrgd fyri brot á friðarskylduna í sáttmálaskeiðinum.
- Fiskimannafelagið hevði longu stevnt reiðarínum og hevði framt arrest í skipinum, so limir teirra høvdu tryggjað sær hýrumunin, um teir fingu viðhald í rættinum. Enn er tó eingin úrskurður gjørdur í hesum máli. Skipið er nú selt av landinum, og eftir okkara fatan varð tað heilt óneyðugt við hesum verkfalli.
Eyðstein Djurhuus segði, at FSN kortini vil átala, at føroyskir fiskimenn vildu bróta blokaduna hjá Fiskimannafelagnum.
Einastu limir í FSN, sum vóru við Carlton, vóru skipari, 1. stýrimaður og 2. stýrimaður, og eingin ósemja varð um teirra lønarviðuskifti.
- Tann mest grundleggjandi spurningurin í hesum máli er, um reiðarar kunnu seta fólk uppá aðrar avtalur, enn sáttmálan við Reiðarafelagið sigur, men hesin spurningur er ikki svaraður enn, legði formaðurin í FSN aftrat.