Navn Dora Joensen Húsar 40 ár

Sunnudagin 30. november fyllir Dora Joensen f. Lassen 40 ár

Dora er ættað sunnan úr Vági. Foreldrini eru Gretha, f. Hansen, og Pauli Lassen. Hon er nr. trý av einum syskinaflokki uppá seks.
Dora fór sum ung til Havnar, at arbeiða í húsplássi, har møtti hon Bjarta, sum er ættaður av Húsum, sonur Lenu og Jákup Monrad. Dora og Bjarti fluttu so til Húsar at búgva í 1988. Tey eiga trý børn, Jákup Pauli 15 ár, Sólbjørg Helena 13 ár, og Ragnar 10 ár.
Einasta handilin í Kalsoynni hevur Dora, umframt tað situr hon eisini í fleiri nevndum.
Dora eigur eitt stórt hjarta og er altíð klár at hjálpa. Hevur man Doru í familjuni ella sum vin so eigur man nógv.