ÍF kunnger í kvøld, at senegalesiski Ndende Adama Guéye, sum plagar at spæla á sentrala miðvøllinum ella í miðverjuni, verður partur av hópinum hjá fuglfirðingum í komandi kappingarári.
Tað rann helst kalt niður eftir bakinum á teimum, sum eru góð við ÍF, tá ið tað stutt eftir kappingarlok gjørdist greitt, at fuglfirðingar mistu ein týdningarmiklan leikara úr hvørjari ketu til onnur feløg. Verjuleikarin Jan Ellingsgaard og miðvallarin Karl Løkin skiftu til NSÍ, meðan kanska størsti profilurin av teimum øllum, Adeshina Lawal skifti til grannarnar úr Víkingi.
Nú byrjar liðið hjá ÍF tó so smátt at síggja kappingarført út til kappingarárið 2017, tí afturat Ndende eru Jákup Andrias Gaardbo og Niels Pauli Danielsen komnir til felagið úr ávíkavist NSÍ og KÍ.
Hetta verður fjórða, føroyska felagið hjá 33 ára gamla Ndende Adama Guéye, sum kom til Føroya í 2008, tá ið hann fór at spæla við B68. Har spældi hann til og við 2012, tá ið hann suður til TB at spæla í 2013. Í 2014 og 2015 var Ndende at finna í KÍ, áðrenn hann enn einaferð tók eitt tørn við TB í 2016. Ndende hevur verið fastur maður hjá øllum hesum liðum, og hevur hann spælt heili 232 dystir í Effodeildini hesi árini.
Sáttmálin ímillum ÍF og Ndende Adama Guéye er galdandi fyri kappingarárið 2017.