Negativ koronatest verður kravd

Frá í morgin at rokna skulu øll ferðandi úr Stórabretlandi hava negativa koronatest, um tey ætla sær til Danmarkar

Danska stjórnin hevur nevnliga boðað frá, at øll ferðafólk, sum koma við flogfari til Danmarkar úr Stórabretlandi, skulu frá í morgin at rokna hava eina negativa koronatest, ið ikki er meiri enn 24 tímar gomul, um tey ætla sær til Danmarkar. Hetta upplýsir danska ferðslumálaráðið í dag sambært DR.

Kravið er fyribils galdandi frá í morgin og til við 17. januar, men kravið er ikki galdandi fyri børn til og við 12 ár.

- Stjórnin hevur fylgt støðuna tætt, og vit kunnu staðfesta, at ein stórur partur av teimum ferðafólkum, sum koma við flogfari úr Stórabretlandi, ikki hava tikið av tilboðnum um at blíva testað. Tað gevur ein øktan vanda fyri, at tað kemur meiri av tey serliga smittsamu útgávuni av Covid-19 til Danmarkar, uttan at vit finna út av tí, sum Benny Engelbrecht, ferðslumálaráðharri, við DR.

Harumframt verður mælt frá øllum ferðum til Stórabretlands, eisini vinnuferðir, upplýsir Uttanrí,ismálaráðið.