Í bløðunum hevur Marjun S. Johannesen sett mær nakrar spurningar um tað arbeiðið, sum er farið í gongd millum summar útjaðaratingmenn. Hon heitir á meg um at greiða frá, ?hví tað er negativt at hjálpa uttan fyri miðøkið, ella um tað er negativt at tosa saman og planleggja, hvussu besta hjálpin kann veitast. Møguliga meinar formaðurin, at tað er negativt at leggja alment virksemi uttan fyri Havnina??
Tað er als ikki negativt at arbeiða fyri øllum sjey valdømum í landinum. Tað er heldur ikki negativt, at tingmenn úr ávísum valdømi fyrst og fremst royna at virka til frama fyri sítt egna valdømi. Av hesum framgongur, at tað er ikki negativt at arbeiða fyri framburði uttan fyri Havnina. Heldur ikki at leggja alment virksemi aðrastaðni.
Tað negativa er arbeiðshátturin. Longu í fjør fór ein tingmaður úr øðrum valdømi enn Suðurstreymoy undir at bjóða tingmonnum úr ávísum øðrum valdømum til ein betri bita í Havn. Prátað varð um støðuna úti um landið, frættist. Í ár hevur sami tingmaður kallað tingmenn úr Norðoyggjum, Sandoynni, Vágum og Suðuroynni saman til fundar at viðgera, hvussu virksemi í Havn kundi flytast út á bygd. Seinni vórðu so eysturoyingar eisini bodnir við. Eftir tí, sum er komið fram í fjølmiðlunum - og tað er at kalla tað einasta, eg veit um tað - var endamálið at sjóða tingmenn úr øðrum valdømum saman at arbeiða ímóti tingmonnum í Suðurstreymoy. Loyniligt skuldi tað eisini vera.
Tað er tað negativa.
Haraftrat haldi eg tað vera ov lítið umhugsað at birta uppundir eina konfrontasjón og polarisering í tinginum í hesum spurningi, sum annars avgjørt eigur at verða viðgjørdur. Konfrontasjónin og polariseringin kunna lættliga geva stigtakaranum og teimum, hann fær aftrat sær, ein frammaná. Úrslitið kann gerast tað øvugta av tí ætlaða.
Hetta sigi eg, tí at í Føroyum hava vit eitt meginøki, sum umfatar Streymoynna og Eysturoynna. Hesar báðar oyggjar er bundnar saman við brúgv, og koyrandi er millum býir og bygdir í øllum økinum. Í hesum meginøki eru tilsamans 20 tingmenn. Hini fýra nevndu valdømini eiga so hinar 12 tingmenninar.
Ein konfrontasjón og polarisering, sum 12 tingmenn seta í gongd, kann fyrr ella seinni føra til, at hinir 20 ella teir flestu teirra finna saman. Og so er ikki ringt at rokna út, hvør verður vinnari, og hvør verður tapari.
Eg haldi, at tað gagnar øllum best, eisini útjaðaraøkjunum, at alt Løgtingið viðger hetta eins og onnur mál.
Finnbogi Ísakson
PS. Í greinini verður skrivað, at ?tingformaðurin hevur verið í Dimmu?. Tað er ikki rætt.
Í tinginum havi eg tvey størv. Annað er at vera løgtingsformaður - fyri alt tingið. Hitt er at vera løgtingsmaður, valdur fyri Tjóðveldisflokkin í Suðurstreymoy. Tá mfjølmiðlarnir hava spurt meg um hetta umødda mál, havi eg týðuliga gjørt vart við, at eg úttalaði meg ikki sum løgtingsformaður.
Slíkt tvíbýti er ikki óvanligt í tinginum. Nakrir tingmenn eru td. formenn í tingnevndum, har allir ella flestallir flokkar eru umboðaðir. Úttalar ein tingmaður seg sum nevndarformaður, má tað vera fyri alla nevndina, tvs. eisini fyri umboð úr øðrum flokkum. Men haraftrat eru allir formenninir eisini løgtingsmenn fyri ávísan flokk og ávíst valdømi. Sum slíkir kunna teir úttala seg heilt øðrvísi.
FÍ